Sjólívið er well

Seinnapartin í gjár mynstraði Diana Poulsen úr Klaksvík umborð á Atlantic Navigator.
- Allar tær, sum eg havi kamar saman við eru fittar, so tað er ordiliga gott!, sigur 17 ára sjókvinnan við Sosialin.

Tað er ein øgilig rokan her í góðshavnini í Ánunum, nú klokkan er farin at nærkast middegi.
Tað er mikudagur og reiðarí’ið hevur í lýsing boðað frá, at manningin skal mynstra umborð kl. 12.
Bilar í hópatali standa á havnarlagnum. Foreldur koma við barni ella børnum sínum, og onkur ung kvinna má siga farvæl við ein ungan sjómann.
Her síggjast eisini fleiri ungir mans standa við heldur sorgtungum eygum, nú unnustan skal umborð á henda stóra framleiðslutrolaran.
Millum tey í júst hesi støðuni, er 17 ára gamla Diana Poulsen úr Klaksvík.
Hon er bæði von við sjómanslívið og sjómanstos heimanífrá. Pápin eigur útróðrarbátin “Fiskaklett”, og sjálv hevur hon – hóast sín unga aldur – longu verið fleiri túrar til skips.
- Henda túrin er beiggi mín, Grímur eisini við. So tað er bara fínt, sigur hon.

Forskotsseðil
Nú klokkan er farin beint av tólv, byrja teir ungu sjógarparnir at savnast kring eitt borð inni í messuni.
Við borðið situr ein álvarsamur maður og býtir út eitt ark til hvønn einstakan av manningini. “Forskotsseðil”, stendur á tí.
Tey seta seg beinanvegin við borðini at fylla hetta arkið út. Tá tað er gjørt, kann ein gera tað ein vil, tí lagt verður neyvan frá landi beinanvegin.
Kokkurin hevur longu verið til arbeiðis, og hagani ber til at snodda seg fram til, at hansara partur liggur ikki eftir: Døgurðin í dag er longu klárur.
Í roynd og veru eru fleiri av manningini longu setstir við borðini at skaffa. Tað tykist tó sum fleiri av teimum ungu heldur vilja sleppa at installera seg í kømrum sínum, áðrenn tey eta fyrstu máltíðina umborð.
Alt hetta tekur sína tíð, men tá klokkan er farin beint av tvey, sæst Navigator stevna út av Klaksvíkini og leggja til brots á sín fyrsta túr í ár.
Sum skilst er ætlanin í fyrsta lagi at royna í føroyskum sjógvi, og møguliga í írskum sjógvi seinni.

Dámar væl
Hetta er sum nevnt ikki fyrsti túrurin hjá ungu klaksvíksgentuni Dianu. Hon var eisini við seinasta túrin í farna árinum, og hevur eisini verið til skips við undanfarna trolaranum hjá reiðarí’inum.
- Mær dámar bara væl at vera á sjónum. Tað er well, sigur hon.
Sjólívið hevur altíð havt nógv at siga í umhvørvinum hjá Dianu. Sum longu nevnt eigur pápi hennara ein útróðrarbát í Klaksvík. Hetta hevur sjálvandi havt ávirkan á heimalívið.
- Tá hann kom aftur av túri, plagdi eg at spyrja hann, hvat teir høvdu fingið. So hetta er bara natúrligt fyri meg, sigur Diana.
Tað eru kortini mong ymisk viðurskifti sum gera, at Dianu dámar sjólívið so væl.
- Eg hevði hug at royna okkurt nýtt, og eg haldi eisini, at sjólívið er sera spennandi.
- Og so fær ein eisini rættiliga góða løn, slær hon fast.
Frammanundan at Diana fór til skips, hevði hon m.a. arbeitt á landi í klædnahandli og í kiosk í Klaksvík.

Langur túrur
Navigator kom aftur av seinasta túrinum beint fyri nýggjár. Hetta var eisini ein rættiliga góður túrur til fiskiskap.
Teir – ella rættari sagt: tey – høvdu omanfyri 2200 tons henda túrin av surimi og mjøli, so her var eingin orsøk at klaga um sjálvan fiskiskapin.
Fyri Dianu var tað kortini eitt, sum hon er eitt sindur hørm um – longdina á túrinum, sum vardi í umleið seks vikur:
- Eg haldi, at túrurin var góður, men hann var kanska í longra langi. Men hvat – vit fingu so fulla last!, sigur hon.

Frídagar í landi
Tann omanfyri 100 fólk stóra manningin náddi júst heim at halda nýggjár, áðrenn lagt varð frá landi um tvey-tíðina í gjár.
Hetta vóru bert fáir dagar, men kortini heldur frægari enn onkra aðru ferð, tá teir ikki hava steðgað meiri enn ein til tveir dagar í landi.
Tey fingu ikki jólini við í fjør, men náddu tó heim til nýggjárið.
- Jú, tað var gott at hava nakrar frídagar í landi, sigur hon.

Fleiri gentur við
Nú Navigator legði frá landi í gjár, vóru 110 fólk við. Av hesum vóru einar 20 teirra kvinnur.
Sjálv heldur Diana tað vera sera gott – og ikki minst hugnaligt – at kvinnur eisini manna ein slíkan trolara.
Fyri hana hevur so útróður og fiskiskapur altíð verið samrøðuevni heima við hús, og at taka stigið og sjálv royna sjókvinnulívið var ikki so tungt.
- Eg haldi, at tað er í fínasta lagi at gentur eisini fara til skips. Hví skuldu tær ikki tað?!
- Nú eru vit rættiliga nógvar gentur við, so tað er ordiliga skeg, sigur hon.
Fleiri teirra eru eisini úr Klaksvík, m.a. ein av góðu vinkonunum hjá Dianu.

Á verksmiðjuni
Síðsta túrin arbeiddi Diana á verksmiðjuni, har hon stóð við maskinurnar og vendi fiskinum.
Nú Navigator skuldi nýggjan túr visti hon ikki rættiliga, hvat hon fór at gera henda túrin.
Arbeiðsøkini og hvørji skulu búgva saman á kamari verður alt sett uppá ein lista í messuni.
- Eg havi ikki enn hugt, hvat eg skal gera henda túrin.
- Eg má heldur fara inn í messuna at hyggja, sigur Diana.





Egna teldu við

At hava teldu við til skips, var ikki hildið vera gamalt.
Men fyri sjófólkið anno 2007 er ein telda ein líka so natúrligur partur at hava við sær, sum ein góð bók.

Tá ein kemur umborð á Navigator liggur ein hópur av viðføri úti í gongini: Kuffert, taskur, posar – og teldur. Bæði borðteldur og farteldur.
Sjálvur hevur Diana tikið eina farteldu við, eins og so nógv onnur hava gjørt tað.
- Hon er sera hent at hava, tá vit hava frívakt ella um ikki so nógv arbeiði er, sigur hon.
Telduna brúkar hon til at hyggja eftir filmum ella at lurta eftir tónleiki við, tá hon hevur frí.
Annars er mp3-spælarin hentur í tí dagliga. Fyrimunurin er, at ein kann taka tónleikin av telduni og í mp3-spælarin.
Umborð á Navigator eru tríggjar teldur, men tað er alt ov lítið til tey 110 fólkini.
So tá er munandi lættari at hava egna teldu við. Tá avgerð ein sjálv, nær ein ætlar at hyggja eftir filmi ella nær ein lurtar eftir tónleiki.
Her sleppur ein altíð framat!



FAKTA

Til fiskiskap

Atlantic Navigator legði frá landi seinnapartin í gjár.
Teir fara fyrst at royna í føroyskum sjógvi, men er einki at fáa her, verður farið vestur um Írland at royna.
Manningin telur 110, harav omanfyri 20 teirra eru kvinnur.
Seinasta túrin hevði Navigator 1736 tons av surimi og 500 tons av mjøli.