Sjúkraviðgerð gongur fram um ALT annað

Valevni og flokkar bjóða um kapp við øllum teim vælsignilsum, tey vilja bera yvir Føroya fólk. Tó í øllum hesum má standa eitt, ið gongur fram um alt annað: At okkara borgarar skulu fáa ta sjúkraviðgerð og tær heilsutænastur, sum eru fyri neyðuni.

Alt annað, sum vit so fegin vilja, má setast afturum.
Tað snýr seg um ráð til heilivág, røkt og viðgerðir á sjúkrahúsunum.
Tað snýr seg ráð til at senda fólk til tær viðgerðir uttanlands, ið vit ikki kunnu gera her heima.
Tað snýr seg um lívið og heilsuna.

Vit tjakast um, hvussu vit fáa fólk at trívast og støðast her í landinum, minka um fráflyting og veksa um tilflyting. Her gongur ein fyritreyt fram um allar aðrar: at fólkið, sum her býr, skal fáa neyðuga sjúkraviðgerð, tá tørvur er á tí. Hetta eigur als ikki at vera til debatt.

Vit skulu vit halda aftur í útreiðslunum, fyri at fáa hallið burtur í landshúsarhaldinum, og loysa okkum úr almennu skuldarbindingini. Tí skulu vit eisini fremja rationaliseringar og vísa sparsemi í heilsuverkinum. Men tá tað snýr seg um sjúkraviðgerð, sjúkrarøkt og heilivág, er skorið inn á bein – her er ikki meir at fara eftir. Tí eru vit í teirri skeivu gongd, at bíðilistarnir innan nógvar viðgerðir gerast longri . Og partar av árinum noyðast man at steðga allari serviðgerð uttanlands, uttan
bráðneyðuga viðgerð.

Vit mugu gera upp við ráðandi háttin, at tá sparast skal, skulu øll økir spara tað sama, sama hvat tað snýr seg um - og at onki øki eigur serstøðu fram um onnur, tá raðfestast skal. Vit vilja raðfesta trygdina fyri sjúkraviðgerð fremst!

Verður spurt, sum so mangan: hvat kemur so aftaná hetta, skal svarið vera líka greitt: tað eru umstøðurnar vit bjóða førleikatarnaðum, og korini hjá børnum og ungum.