Sjúkrasystraskúlin tekur ongan inn í heyst

Útbúgving

Av tí, at í løtuni verður arbeitt við at gera nýggja og dagførda lóggávu fyri sjúkrasystraútbúgvingina í Føroyum, so verður ikki klárt at taka nýggjar næmingar inn á skúlan fyrr enn í jan./feb. 2003. Tí verður tað mett óheppið at taka inn lesandi eftir eini útbúgvingarskipan, sum væntandi verður broytt fáar mánaðar seinni.
Umsóknarfreistirnar í sambandi við upptøku til sjúkrasystraútbúgvingina verða kunngjørdar seinni.