Sjúkrasystraskúlin skal flyta

Um alt gongur eftir ætlan, fer Sjúkrarøktafrøðingaskúli Føroya at flyta í nýggj hølir í Jónas Broncksgøtu við ársenda

Orsøkin, til at skúlin skal flyta, er hon, at tá ið Mentmálaráðið í 2000 yvirtók skúlan frá Almanna- og Heilsumálaráðnum, var ein avtala gjørd, sum segði, at Mentamálaráðið innan fimm ár skuldi finna nýggj hølir til skúlan, tí Almanna- og Heilsumálaráðið hevði tørv á hølunum hjá skúlnum. Hesum hevur verið arbeitt við øll árini, men ikki fyrr enn nú er tað eydnast at finna hóskandi hølir.

Slakar fýra hæddir
Hølini, sum Sjúkrarøktafrøðingaskúlin skal flyta í, eru í bygninginum, har sum Almannastovan og Matrikulstovan higartil hava búleikast í. Matrikulstovan kemur framvegis at halda til í bygninginum, meðan Almannastovan skal flyta út.
 Tað hevur verið ógvuliga trupult at finna hóskandi hølir, og tí hevur tað drigið út. Nú meta vit okkum at hava funnið góð hølir til skúlan, og talan verður um slakar fýra hæddir, sum Sjúkrarøktafrøðingaskúlin kemur at ráða yvir, sigur Kristianna Jacobsen, fulltrúi í Mentamálaráðnum.
Hon sigur eisini, at tey høvdu vónað, at hølini vóru klár hjá Sjúkrarøktafrøðingaskúlanum at flyta inn í til eftir summarfrítíðina, men soleiðis verður tíverri ikki. Í Mentamálaráðnum siga tey seg tó vóna, at tað verður klárt at flyta inn við ársenda. Eini 130 næmingar og 13 lærarar hava sína dagligu gongd á Sjúkrarøktafrøðingaskúla Føroya.