Í nógva vindinum hevði eitt skelti hjá Kiosk Activ skrætt seg leyst í morgun Tað var ein heldur ógvuslig byrjan upp á dagin, sum tey lesandi á sjúkrarøktarfrøðingaskúlanum í Havn fingu hósdagin. Í nógva vindinum hevði eitt skelti frá Kiosk Activ, sum liggur yvir av skúlanum, skrætt seg leyst, og hetta hevði brotið ein av rútunum á skúlanum.