Fjórða sjúkrarøktarráðstevnan verður í døgunum 10. og 11. oktober í Norðurlandahúsinum. Og samstundis heldur felagið sín 15 ára føðingardag.
Á ráðstevnuni verður støðgað á og gjørt status. Litið verður aftur í tíðina fyri at síggja, hvussu felagið gjøgnum árini hevur verið við í stríðnum at menna vitanargrundarlagið, fakliga samleikan og góðskuna í sjúkrarøktarøkinum.
Samstundis verður ljóskastarin settur á tær avbjóðingarnar og teir møguleikar, sum nútíðin og framtíðin fara at bjóða.
Hendan ráðstevnan verður mett at vera eitt tað besta høvi hjá limum at fáa nýggja vitan og íblástur her heima. Felagið sigur, at tey við stevnuni geva sínum limum eitt íkast til at skapa nýhugsan og menning av sjúkrarøktarfakinum.
Frá felagnum verður sagt, at tey við ráðstevnuni og føðingardagsveitsluni vóna, at limir fáa dagar sum geva "hvíld" frá strævna gerandisdegnum, nýggja orku og íblástur til at fara út aftur við.
Jana H. Dalsgaard er forkvinna í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar, og hon sigur, at tað tó ikki bara limir í teirra felag, sum tørva íblástur í dagliga yrki sínum við stórum og smáum spurningum innan heilsu- og sjúkrarøkt.
? Tí bjóða vit eisini øðrum fakbólkum, arbeiðsgevarum og politikarum vælkomnun við á ráðstevnuna, sigur hon í innbjóðing sínari.
Fjølbroytt skrá
Ráðstevnan er sum sagt í tveir dagar, og hon býður upp á mangt og hvat. Byrjað verður fríggjadagin 10. oktober við gudstænastu í Dómkirkjuni við Sonju Klein, presti. Síðani verður døgurði á hotel Hafnia.
Síðani verður hildið fram við ráðstevnuni. Jana H. Dalsgaard setur stevnuna, og ráðstevnuleiðari báðar dagarnar verður Bjørt Samuelsen, journalistur.
Gjøgnum dagin verða fleiri fyrilestrar um millum annað kunnleika og menning innan yrkið og nýrák og røkt. Eisini verður nakað av skemti og hugna á skránni hendan dagin, sum endar um fimmtíðina.
Leygardagin byrjar ráðstevnan aftur klokkan níggju. Og tann fyrraparturin fer við fyrilestrum.
Seinnapartin verða fleiri áhugaverd evni á skránni. Millum onnur verður eitt innlegg við einum avvarðandi um, hvat brúkararnir siga og eitt panel við umboðum frá Mentamálaráðnum, Heilsumálaráðnum, Almannaráðnum, Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya, Landssjúkrahúsinum og Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Eftir ein fyrilestur við Jógvani Fríðriksson, presti, um Etikk og samskifti við einstaka sjúklingin, endar Jana H. Dalsgaard ráðstevnuna, Sjúkrarøktin á vegamóti.










