Landsstýrismaðurin í almanna-og heilsumálum ætlar at sjúkrarøktarfrøðingar skulu víkja fyri heilsurøktarum. Hetta er ein vandamikil gongd, sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. Heilsurøktarar siga, at tað eru nógvar uppgávur í heilsurøktini, sum teir kunnu útinna einsvæl og sjúkrarøktarfrøðingar
Sjúkrarøktin á Landssjúkrahúsinum er í vanda.
Hesa álvarsomu niðurstøðú, er Vár í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, komin til, nú landsstýrismaðurin í almanna- heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur luftað tankan í Løgtinginum og í grein í bløðunum um, at í røktini skal rúm gevast fyri øðrum fakbólkum enn bara sjúkrarøktarfrøðingum
- Lítil ivi er um, at landsstýrismaðurin beinleiðis sipar til, at sjúkrarøktarfrøðingar á Landssjúkrahúsinum skulu víkja fyri øðrum røktarbólkum, helst heilsurøktarum, sigur Vár í Gong í tíðindaskrivi í morgun.
Hon sigur, at hetta er ein vandamikil gongd.
Um fakbólkar við lægri útbúgving skulu útinna sjúkrarøkt á Landssjúkrahúsinum, er vandi fyri, at røktarstigið versnar og hetta rakar sjúklingarnar.
Hon vísir á, at kanningar í USA vísa, at tað er samband ímillum deyðiligheit og røktarstarvsfólk við lægri útbúgving og í Danmark, har sjúkrarøktarfrøðingar víkja fyri øðrum, verri útbúnum røktarbólkum, kanna myndugleikarnir, hví deyðiligheitin á sjúkrahúsum er størri enn í øðrum Norðanlondum.
- Heldur enn at máa støðið undan sjúkrarøktini á Landssjúkrahúsinum við at spekulera í røktarbólkum við verri fakligum førleikum, eigur landsstýrið at ásanna tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum á Landssjúkrahúsinum og at loysa tann trupulleikan á ein seriøsan hátt.
Hon heldur, at ein máti er at bøta um trivnaðin og ein annar máti er at útbúgva fleiri sjúkrarøktarfrøðingar.
Hesum er Johanna Køtlum, forkvinna í Almanna- og heilsurøktarafelagnum ósamd í.
Hon staðfestir, at tað gongur at ein stórur bólkur av heilsurøktarum, sum ikki verður gagnnýttur til fulnar, hóast teir hava eina gott trý ára langa útbúgving í akkurát sjúkrarøkt.
- Heilsurøkrarar hava eina drúgva útbúgving í sjúkrarøkt og tað eru nógvar funktiónir, vit kunnu røkja einsvæl og sjúkrarøktarfrøðingar, segði hon við Sosialin fyrr í vikuni.
- Eg haldi, at tað snýr seg um at brúka okkara starvsfólka-tilfeingi til fulnar, men tað verður tað ikki, sum er.
Hon tekur tí staðiliga undir við, at heilsurøktarar vera tiknir við í sjúkrarøktini, tí tað eru teir væl skikkaðir til.
Forkvinnan í almanna- og heilsurøktarfelagnum sigur, at tað eru nógvar uppgávur á heilsuverkinum sum heilsurøktarar kunnu taka sær av, bara vilji er at síggja teir møguleikar, ið liggja í einum tvørfakligum samstarvi, bara opinleiki er til at síggja tað gagnliga í einum tvørfakligum samstarvi.