Sjúkrarøktarfrøðiskúli opin fyri fólkaskúla- og miðnámsnæmingum

Í morgin hevur Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya opið hús fyri 9. og 10. flokki og miðnámsskúlanæmingum. Endamálið er at varpa ljós á útbúgvingina til sjúkrarøktarfrøðing Lesandi á skúlanum skipa fyri hesum tiltaki fyri fólkaskúla- og miðnámsskúlanæmingum, umframt sjúkrarøktarfrøðingum, kliniskum vegleiðarum og øðrum við áhuga fyri útbúgvinini.

- Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing er ein spennandi ferð inn í vitanina um menniskjað, og letur hurðina upp til ótalligar valmøguleikar. Útbúgvingin gevur nógvar møguleikar fyri spennandi størvum, bæði innan heilsuøkið og aðrastaðni í samfelagnum, serútbúgvingum innan ymisk sjúkrarøktarøkir, víðariútbúgving á master/kandidatstøði bæði innan sjúkrarøkt og onnur líknandi fak, skrivar Sjúkrarøktarfrøðiskúlin í tíðindaskrivi.

Skúlin vísir á, at útbúgvingin er á altjóða støði og gevur soleiðis bæði møguleika fyri víðarilesnaði og arbeiði uttanlanda. Tey lesandi hava eisini møguleika fyri at taka partar av útbúgvingini uttanlands.

Skráin fyri hósdagin 10. apríl er hendan:

Kl. 13:00 ? Kunning um útbúgvingina - Súsanna Mortensen, rektari

Kl. 13:15 ? Rundvísing á skúlanum - lærarar og lesandi

Kl. 13:30 ? Lesandi kunna og vísa fram um sjúkrarøkt og onnur fak í ymisku útbúgvingarpørtunum á fýra ymiskum básum.