Sjúkrarøktarfrøðingarnir herða nú verkfallið

Hósdagin fara fleiri sjúkrarøktarfrøðingar í verkfall

 

 

Tað stendur framvegis í botni í sáttmálatrætuni ímillum sjúkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið, eftir at sjúkrarøktarfrøðingarnir á nøkrum deildum fóru í verkfall mánadagin.

Tá vóru tað einar 50 sjúkrarøktarfrøðingar, sum fóru í verkfall, men nú eingin gongd er í málinum, hava sjúkrarøktrarfrøðingarnir nú gjørt av at herða verkfallið.

Tað merkir, at 25 sjúkrarøktarfrøðingar afturat fara í verkfall klokkan 15 hósdagin. Talan er um sjúkrarøktarfrøðingar á B8 á Landssjúkrahúsinum, sum nú eisini fara í verkfall.

Men deildarleiðari, varaleiðari og tað ambulanta virksemið er undantikið frá verkfallinum.

Hinir 50 sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum eru í verkfalli, eru: 

· Sjúkrarøktarfrøðingar á G4 á Landssjúkrahúsinum

· Operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Landssjúkrahúsinum

· Sjúkrarøktarfrøðingar á songjardeildini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

· Operatiónssjúkrarøktarfrøðingar á skurðgongini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á teimum deildum, sum eru raktar av verkfalli, eru kortini teir sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum eru leiðarar og varaleiðarar, framvegis til arbeiðis.

Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sigur, at tey viðgera støðuna alla tíðina, men hon hevur onga viðmerking til um verkfallið verður hert enn meiri sum frálíður, um so er, at gongd ikki kemur aftur á samráðingarnar.

Hon sigur, at tey hava fingið eina umsókn frá Landssjúkrahúsinum um at fáa nkur undatøk afturat til vikuskiftisvaktirnar, men støða er ikki tikin til tað enn.