Sjúkrarøktarfrøðingar stuðla pedagogum

Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar sigur í yvirlýsing í kvøld, at tað stuðlar Føroya Pedagogfelag í stríðnum at tryggja rættindini hjá teimum veiku í samfelagnum. Hetta stendur í yvilýsing frá felagnum. Víðari verður sagt í yvirlýsingini:

?Brúkarar av trivnaðaratænastuni eru í løtuni serliga við skerdan lut, og standa nakrir teirra til at missa teirra verandi heim og tryggu karmar.

Felagið hevur eisini einstakar limir innan hetta økið, og vilja vit heita á hesar um at venda sær til felagið um teirra arbeiðsstað eisini verður rakt av hesum órímiligu sparingum.

Felagið mótmælir harðliga tær sparingar, sum eru at finna á fíggarlógini og hava vit gjørt vart við hetta áður bæði í okkara fakblað og í bløðunum.

Tað hevur stóran týdning, at Nærverkið er ein vælvirkandi stovnur, tí hesin er so týðandi fyri eitt stórt kjarnuøki í samfelagnum. Vit vilja samstundis eftirlýsa eina visjónsætlan, sum mennir og styrkir starvsfólk í Nærverkinum sigur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í síni yvirlýsing.