Sjúkrarøkarfrøðingar í 30 ár

Tær sum tóku prógv á Sjúkrasystraskúla Føroya í 1979 hátíðarhildu leygardagin 4. apríl at 30 ár eru liðin síðan próvtøkuna.

Tær møttust leygarmorgunin í gomlu skúlahølunum á B75 á Landssjúkrahúsinum, har sum Heilsumálaráðið heldur til í dag. Har ótu tær morgummat og hugdu eftir gomlum myndum frá lestrartíðini.


Síðan gingu tær út til kirkjugarðin við Velbastaðvegin og løgdu blómur á grøvina hjá Kristinu Guttesen, ein av sjúkrasystrunum, sum andaðist í 1989. Eftir tað var farið í Norðurlandahúsið, har tær fingu ábit og hugdu eftir eini bindiframsýning, sum er har í løtuni.


Skipað var síðan fyri eini rundvísing í nýggja skúlanum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum í J. Broncksgøtu. Um kvøldið var veitsla á Hotel Føroyum.


Sjúkrarøktarfrøðingarnir sum hittust leygardagin vóru: Súsanna Djurhuus, Eydna Hansen, Jórun Andreasen, Anna Maria Mortensen, Elinborg Danielsen, Kitty Wang, Anna Egholm, Maibritt Mikkelsen, Malan av Reyni, Jastrid á Dul Sørensen, Elin Vitalis, Elisabeth Guttesen, Petra Henriksen og Nicolina Højgaard og Ida Sørensen.