Sjúkrakassagjaldið

Tá uppskotið kom fram um at avtaka sjúkrakassarnar og taka gjaldið umvegis skattin, vóru mong sum fegnaðust um hetta. Serliga pensiónistar og láglønt annars. Hetta skuldi virka meira samhaldsfast. Breiðu herðarnar skuldu bera meir

Til ásetta tíð skuldi broytingin fara fram, men hetta gjørdist eitt vónbrot. Tann broytingin, sum fleiri bíðaðu eftir, skal nú útsetast í tvey ár. Tá kann støða takast til, um gjaldið skal takast umvegis skattin.
Eitt er heilt vist, um login, sum nú verður løgd fram, ikki inniheldur tað sum henda skal um tvey ár, so hendir onki meir.
Fyri nøkrum døgum síðan bórust tíðindi í Kringvarpinum um eitt uppskot, sum skal leggjast fram.
Upplýst varð, at núverandi gjøld eru ymisk kring landið. Nú skal hetta javnast út til. at øll skulu gjalda somu upphædd og er hon sett til 245 kr. pr. mánað.
Samstundis varð upplýst, at núverandi upphædd í meðal er 227 kr. pr. mánað. Tað vil siga, at nýggja upphæddin gevur 18 kr meira pr. mánað. enn nú og gevur tað 216 kr. um árið fyri hvønn sjúkrakassalim.
Eg havi fingið upplýst, at limatalið er oman fyri 35 túsund.
Um vit ganga tølini upp, so gevur hetta umleið 7,6 millión um árið og yvir 2 ár fram til ætlaðu broyting 1/-12, verður inngoldið enn við núverandi skipan.
Mín spurningur til avvarðandi landsstýrismann er:
Hví skal krevjast meira inn hesi tvey árini, meðan bíðað verður eftir endaligu lógini?
Hvar skal hesin peningur nýtast til?

NB! Um uppskotið, sum nú liggur fyri, verður samtykt í verandi líki, so kemur enn einaferð tann tungi endin at venda niður.