Sjúkrahúsverkið: Viðmerkingar til Jógvan við Keldu

Óli Mikkelsen

6. oktober hevði eg – Óli Mikkelsen – lítið skriv í bløðunum, har eg minti á, at Niels Bentsen, ríkisumboðsmaður og Danska Heilsuráðið fyri nógvum árum síani mæltu til at nýtímansgera Landssjúkrahúsið fyri at hava møguleika at fylgja við gongdini í læknavísund.
Ætlanin var at fáa eina sakliga viðgerð av sjúkrahúsverkinum, nú so nógv hevur verið klikt niður á Landssjúkrahúsið.
9. oktober hevði Dimmalætting (Kári Mikkelsen) størri uppsetta grein grundað á prát við meg. Tíbetur kann eg standa við tað, hann endurgevur meg fyri at hava sagt.
Yvirskriftina taki eg sum eygnariv at fáa fólk at lesa greinina.
26. oktober tekur Jógvan við Keldu tráðin upp við grein í bløðunum.
Jógvan við Keldu er ikki hvør sum helst, hann var formaður í stýrinum fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, tá Niels Bentsen bleiv »fornermaður« við viðferðina hann fekk, tá hann segði sína hugsan um at nýtímansgera Landssjúkrahúsið.
At undirritaði og Jógvan við Keldu ikki hava somu hugsan um sjúkrahúsverkið, er ikki nakað nýtt, og Jógvan grundgevur í greinini fyri, at Landssjúkrahúsið ikki má fáa ov góðar sømdir.
Tíverri er vanligt, at teir sum eru ímóti at Landssjúkrahúsið fylgir við í framstigum í læknavísund, eru fyrstir at niðurgera tað, tá okkurt ikki er so gott, sum tað eigur at vera.

Følsk trygd
Jú, tað er følsk trygd, um vit geva okkum út fyri at duga meir, enn vit veruliga eru før fyri, men spjaða vit servitanina út á trý sjúkrahús og sláa fast, at alt er í lagi – tá hava vit falska trygd.
Takk fyri Jógvan, at t´ðu klárt vísir tína støðu.