Bæði í Klaksvík og á Tvøroyri eru broytingar í tíðunum á Støkk inn-kanningarstøðunum. Kannað verður fyri koronu aftur í Runavík týsdagin í aðru viku.
Her er yvirlit av kanningartíðum á nýggju kanningarstøðunum hjá Sjúkrahúsverkinum hesa vikuna. Hetta er galdandi til og við 30. august.
Klaksvík, á Víkarvegi:
Gerandisdagar kl. 9-11
Tvøroyri, við Trongisvágs skúla:
Mánadag, mikudag, hósdag kl. 8.30-10.30
Týsdag og fríggjadag kl. 9-12
Tórshavn, á Eirargarði:
Gerandisdagar kl. 17-19.
Leygardag kl. 13-15.
Í tíðindaskrivi verður sagt:
– Tey, ið ynskja at lata seg kanna, skulu stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðarskeiðinum. Øll, sum stilla seg í bíðirøðina í upplatingartíðini, verða kannað. Tað er ikki neyðugt við ávísing frá lækna.