Óli Mikkelsen, lækni
-----
Sum fyrrverandi yvirlækni hevur tað mín áhuga, hvat samgongan ætlar við sjúkrahúsunum.
Heilsumálaráðharri bleiv Karsten Hansen.
Ikki slepst undan, at hugsa um valfund í Klaksvík, sendur í sjónvarpinum. Karsten næstan svór, at bleiv hann valdur, fór hann at berjast fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi,
Karsten hevur verið í politiskum lótum fyrr, sat eitt skifti sum fíggjarmálaráðharri og royndist ein tann besti, vit hava havt í starvinum. Tað, sum sagt varð undan valinum, mundi ikki fara at bila.
Samgonguskjalið viðger ætlanina um heilsuverkið.
Um sjúkrahúsverkið stendur: “Vit skulu fara frá hugsanini um trý sjúkrahús og kommunulæknaskipan til hugsanina um eitt samanhangandi heilsuverk.”
Tað mest ítøkiliga, hvussu hetta skal gerast, er: “Borgarin fær møguleika fyri at koma við sínari áskoðan um, hvussu føroyska heilsuverkið skal virka í framtíðini.”
Lansstýrið var ikki meira enn sett, so skramblaðu týggjutals milliónir krónur til heimabeitið har norðuri. Einki frættist um nakra viðgerð av hesum játtanum og heldur ikki nágreiniliga, hvat tær skuldu brúkast til. Hetta tykist stak løgið, tí fíggjarætlanin vísir stórt hall, og samgongan sigst ætla at minka um hallið.
At undangongumaðurin í starvinum hjá Karsten eisini loraði eitt og annað inn í sama heimabeiti, eigur ikki at vera fyrimynd fyri landsstýrisfólk.
Stutt síðani kom fram, at sparast skulu 50 mill. krónur í heilsuverkinum. Dentur skal leggjast á fyribyrging í staðin fyri viðgerð, og nú boðar Karsten frá, at hann skal hava orðaskifti um, hvussu vit kunnu flyta meiri viðgerð yvir á tey smærru sjúkrahúsini: “Tí tað er ein sannroynd, at tey eru trý sjúkrahús, og tað er óneyðugt at tosa um tað málið.”
Nú tykist Karsten royna at vevja alt upp í rulk, so hann kann halda síni vallyftir.
Rópast má VARSKÒ!
Øll grannalondini savna servitan og serviðgerð á færri og størri eindum. Høvuðsgrundgevingin fyri hesum broytingum er at fáa:
1. Bíligari rakstur
2. Betri viðgerð og tænastu
Sambært rokniháttinum hjá Danmark, kunnu vit spara 50 mill krónur í rakstri hvørt ár og fáa betri tænastu, um vit savna kreftirnar á einum sjúkrahúsi.
Við skeivari kós fer pengarenslið til viðgerðir uttanlands og til konsulentar uttanífrá at vaksa, - og hesir pengar hvørva. Vóru teir brúktir á føroyskum sjúkrahúsi, kom umleið helmingurin aftur í landskassan.
Fráflyting er annað álvarsmál.
Miðja vit ímóti at fáa eitt sjúkrahúsverk, sum onnur meta ótíðarhóskandi og ónýtiligt, verður uppaftur torførari at fáa fólk aftur til Føroya.
Nógvir føroyskir læknar arbeiða í føstum starvi uttanlands. Rumblið um sjúkrahúsverkið er óiva ein grund til, at ikki fleiri eru komnir aftur til Føroya, og fara vit heilt av kósini, verður torførari at fáa føroyskar læknar heimaftur, vit kunnu fáa dýrar konsulentar av og á.
Vit fara at útflýta læknar, vitan og pengar.