Sjúkrahúsverk á hættisligari kós

Óli Mikkelsen, lækni
----

Karsten Hansen bleiv heilsu­málaráðharri í samgonguni. Beinanvegin boðaði hann frá nýggjari kós í heilsumálum. Nú skuldi høvuðsdentur leggjast á heilsu. Øll skuldu vera við í fyrireikingunum. Heilsurøktarar, ítróttar­leið­arar, vøddamýkjarar o.s.fr. skuldu til samrøðu.
Í heyst var álit lagt fyri Føroya Løgting. Tað ítøki­ligasta í álitinum var, at vit skuldu hava einar fimm heilsudeplar; men ógreitt var, hvussu deplarnir skuldu setast saman og fíggjast.
Tað sum undraði mest var, at einki stóð um sjúkra­húsini. Í Løgtinginum vildi Karsten Hansen einki siga um sjúkrahúsini.
Tað kom fram, at játtanin til sjúkrahúsini skuldi skerj­ast við 40 mill. kr.
Karsten Hansen var ikki meir enn komin í lands­stýrissessin, so fekk Klaksvíkar Sjúkrahús 25 mill. kr. – og hví ikki. Tað hevur verið óvani ella siðvenja, at landsstýrismenn kradda til seg og síni, og mentamálaráðharrin hevði fingið hálvatriðju ferð so nógv til sínar skúlar. Hetta var rættvísgjørt við at útseta og minka um ein skúladepil. – Her fóru so út móti 100 mill. kr. uttan nágreiniliga grund­geving og uttan hóvasták.
Seinni sæst lýsing eftir fólki at stýra kommunu­læknaskipanini úr Klaksvík. Hetta tykist løgið, tí sam­gongan hevur lagt doyðin á at leggja stovnar saman, fyri at fáa betri rakstur og minka um kostnaðin.
Lógin sigur trý sjúkrahús, og harvið verður tað. Vit eru í ferð við at gera stórar broytingar og arbeiða intenst fyri at fáa funktiónir út á øll sjúkrahúsini. Soleiðis sigur Karsten Hansen í viðtalu við Sosialin 29. nov. 2013.
Tá játtanin til sjúkra­húsini skal skerjast við 40 mill. kr., merkir hetta, at Landssjúkrahúsið skal niður­pínast – beint móti gongdini í grannalondunum, har ser­deildir verða savnaðar á stórum sjúkrahúsum fyri at fáa betri og bíligari tænastu.

Landssjúkrahúsið
Eftir heimsbardagan batn­aðu møguleikarnir fyri sjúku­viðgerð skjótari og skjótari. Kanningartólini blivu betri, kunnleikin til sjúku øktist, heilivágur bleiv betri o.s.fr.. Sjúkrahúsini blivu fyrst býtt upp í kirurgiska og medi­sinska deild, og hesar eru síðani býttar upp í fleiri og fleiri serdeildir. Neyðugt var at savna serdeildir á færri og størri sjúkrahúsum.
Fyri hálvari øld síðani var rákið í Danmark komið til sentralsjúkrahús umboðandi eini 300.000 fólk.
Í Føroyum var roynt at fylgja við. Landssjúkrahúsið varð bygt í 60-árunum, og fyrst í 70-árunum vóru meir enn tíggju før­oysk­ir serlæknar á Lands­sjúkra­húsinum – eitt risa framstig, og fyrst í 80-árunum var Landssjúkrahúsið í dygd mett at nærkast donskum sentralsjúkrahúsi.
Beinanvegin kom til sjóndar mótstøða og illvilji móti, at vit skuldu hava eitt meginsjúkrahús.
Keglið um sjúkrahúsini hevur gjørt stóran skaða. Vit dragna í mun til granna­londini. Hetta sæst aftur í kostnaðinum til heilsu­tænastur uttanlands, sum veksur við rúkandi ferð – er farið upp um 150 mill. kr. um árið, - og her stendst ikki á at fáa eykajáttan.
Eg havi mett, at sjúkra­húsini kosta einar 100 mill. kr. ov nógv í rakstri um árið. – Eftir metingunum, danir hava brúkt, kundu vit spart 50 mill. kr. við at savna serdeildirnar á Landssjúkrahúsinum, og høvdu vit brúkt helmingin av teimum 150 mill. kr. heima, kom meginparturin aftur í Landskassan við skatti, MVG, tolli o.s.fr..
Eitt gott heilsuverk hevur stóran týdning fyri trivnaðin í landinum, og fyri at før­oyingar flyta heimaftur. Vit hava stórt trot á læknum – serliga kommunulæknum. Einir 100 útbúnir føroyskir læknar arbeiða uttanlands, so her kundi okkurt verið betri.
Tankin um heilsudeplar ljóðar spennandi. Her kundu kommunulæknarnir fingið tíðarhóskandi umstøður.
Fyri mær tykist álitið hjá Karsten Hansen tíverri at vera ein stór sápubløðra og skálkaskjól fyri í duldum at skava til Klaksvíkar. Á valfundi, sendur í sjón­varp­inum, legði Karsten Hansen stóran dent á, at hann fór at stríðast fyri Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Hví krógvaði Karsten Hansen sínar ætlanir við sjúkrahúsunum burtur undir viðgerðini í løgtinginum, tá hann í novembur sigur seg arbeiða intenst fyri at fáa deildir út á øll sjúkrahúsini, og hvat liggur aftanfyri, tá hann sigur: Lógin sigur trý sjúkrahús, og harvið verður tað.
Sjúkrahúsmálið tykist so gruggut, illgrunavert og huldukent, at Føroya Løgting eigur at taka álitið til nýggja viðgerð, so ætlanirnar hjá Karsten Hansen koma fyri dagin.
Vit hava nóg mikið av huldumálum.