Sjúkrahúsvegurin asfalteraður

Vegurin fram við Landssjúkrahúsinum, sum gongur út ímóti Argjum er nú endiliga asfalteraður

Endiliga er hann liðugur. Vegurin framvið Landssjúkrahúsinum, sum so leingi hevur staðið í gerð, er nú endiliga asfalteraður. Seinastu vikurnar hevur verið ógvuliga keðiligt at koyrt á vegnum, tí har hava verið so nógv hol og stórir steinar. Men hósdagin varð vegurin so endiliga asfalteraður.
Fram við vegnum er nú gongubreyt á báðum síðum. Hetta ger tað munandi tryggari hjá fótgangarum at ganga heim í býin, tí í einum slíkum bugi kann tað vera heldur svikaligt at ganga á vegnum.
Gongubreytin steðgar nakrar metrar áðrenn krossin millum Velbastaðvegin og Dr. Dahlsgøtu. Hetta kemst av, at seinni skal ein rundkoyring gerast, sum ger tað høgligari hjá ferðsluni, tí um morgnarnar stendur bíðirøðin av bilum langt inn á Argjar.