Frágreiðingin frá serfrøðingunum, sum politiski myndugleikin fekk gjørda, staðfesti, at Landssjúkrahúsið var fíggjarliga forsvarliga rikið, men politiska stýringin var vánalig.
Heldur enn at turka ábyrgdina upp á stjóran, átti landsstýrismaðurin Aksel Johannesen, at tikið í egnan barm og tikið tey neyðugu politisku stigini, ið kundu tryggjað Landssjúkrahúsinum tryggar karmar at arbeiða eftir.
Til Akselsa fyrimun
Um endamálið við at koyra stjóran var, at hetta var til fyrimuns fyri sjúkrahúsverkið, so hevði tað kanska verið grundarlag at koyrt stjóran til hús. Tað er tó trupult at síggja, hvønn fyrimun sjúklingurin og skattgjaldarin fær. Ístaðin fyri at rætta upp á eina skeiva kós, hevur landsstýrismaðurin nú blakað Landssjúkrahúsið út í stjóraloysi og óvissu í eitt longri tíðarskeið. Landssjúkrahúsið skal nú reka fyri váð og vind uttan skipara til nýggjur stjóri er settur og komin uppá pláss í heita stjórasessin, og kann hetta saktans taka eitt ár.
Løgmaður sigur í degi og viku, at samgongan virkar ikki optimalt og hevur millum annað Heini í Skorini í viðmerking víst á, at í veruleikanum er eingin samgonga ella samgonguleiðari. Veruleikin er tann, at leiðslan í landinum er ein samanslutningur av maktssjúkum fólkum, sum í hvør sínum lag royna at stýra landinum til teirra egna fyrimuns.
Tað var ikki til fyrimuns fyri sjúklingin, fyri landskassan ella fyri starvsfólkini, at koyra stjóran á Landssjúkrahúsinum til hús, men bert til fyrimuns fyri Aksel V. Johannesen.
Heðin D. Poulsen, Rúna Sivertsen og Kristina Toftegaard Larsen, valevni Sjálvstýrisfloksins