Stjórin á Landssjúkrahúsinum, Ronnie Midjord, og stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Heri Ellingsgaard, eru báðir á einum máli um, at støðan verður hættislig, um verkfallið verður hert sum fráboðað í morgin klokkan 7. Við Kringvarpið sigur Ronnie Midjord, at verða allir sjúkrarøktarfrøðingar tiknir í verkfall, so kunnu tey ikki longur taka ábyrgdina av Landssjúkrahúsinum.
- Sjúkrarøktarfrøðingar eru nógv tann størsti bólkurin á Landssjúkrahúsinum, og sjúkrahúsið kann ikki rigga uttan tær. Um eingin sjúkrarøktarfrøðingur verður á Landssjúkrahúsinum og Psykiatriska deplinum, so er tíðin komin til, at eg verið noyddur at siga, at sjúklingar verða settir í vanda, sigur Ronnie Midjord.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið eru annars á fundi í dag, og Terji Sigurðsson váttar, at partarnir hava flutt seg.
- Skuldi tað hent, sum nú er fráboðað, so hava vit einki annað val enn at biðja avvarðandi koma inn á sjúkrahúsið at hjálpa okkum at sita hjá sjúklingunum. Tí tey kunnu ikki fara heim. Tey, sum eru á skurðdeildini, á B6, á B8 og á neurologisku deild kunnu ikki bara fara heim, tí tey mugu hava røkt, sigur Ronnie Midjord og vísir til, at tað eisini eru sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum, sum skulu heim, men sum ikki sleppa heim uttan sjúkrarøktarfrøðingar.
- Støðan er blivin so hættislig, at um sjúkrahúsið verður tømt fyri sjúkrarøktarfrøðingar, so kunnu vit ikki taka ábyrgd av sjúkrahúsinum longur, staðfestir Ronnie Midjord. Tað sama ger seg galdandi í Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
- Um tey víðka verkfallið veit eg ikki, hvat vit skulu gera. Vit hava so lágt tal av sjúklingum inni sum nú er, og tey sum eru her kunnu ikki fara heim, tí tey mugu hava røkt og viðgerð allatíð, sigur Heri Ellingsgaard við Kringvarpið.
Hann vísir á, at verða undantøkini tikin aftur, so væntar hann, at læknarnir fara at rópa varskó. Samráðingarnar eru enn millum partarnar, og meðan samráðingar eru, verður verfallið hert. Tað merkir so, at partarnir hava í dag til at finna eina semju - verður eingin semja funnin, so verður verkfallið hert sum fráboðað í morgin tíðliga.
Politiska skipanin hevur møguleika at blanda seg uppí, um tað verður neyðugt, um enn tað er sjáldsamt. Løgmaður vil ikki siga, at landsstýrið var til reiðar at leggja seg út í verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum við at fara í tingið og gera semingsuppskotið til lóg.
– Tað er rætt, at vit viðgjørdu verkfallið á landsstýrisfundi í gjár. Men tað var fyrst og fremst fyri at fáa partarnar at seta seg saman aftur til samráðingarborðið, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann sigur víðari, at semingsmaðurin tosaði við Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum í nátt og við sjúkrarøktarfrøðingarnar í morgun.
– Vit fylgja neyvt gongdini, sigur løgmaður.










