Sjúkrahúslógin: Uppskotið sent til hoyringar

Stendur tað til John Johannessen, landsstýrismann í heilsumálum, verða Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús savnað saman og skipað sum eitt nýtt Sjúkrahús Føroya.

Hetta er ein partur av uppskotinum til broytingar í sjúkrahúslógini, sum hevur til endamáls at broyta bygnaðin innan sjúkrahúsverkið.

Heilsumálaráðið boðar frá, at uppskotið er sent viðkomandi pørtum til hoyringar, áðrenn tað kemur til politiska viðgerð.