Hergeir Nielsen
???
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur lagt eitt uppskot um nýggja sjúkrahúslóg til tingsins viðgerð, og fyrsta viðgerð var mánadagin 7. mars 2005.
Málið stóð í hálvari fyrstu viðgerð, tá ið lands-stýrismaðurin stakk av, so flestu spurningar okkara standa ósvaraðir.
Høvuðstættirnir í hesi lóggávu eru at miðsavna sjúkrahúsverkið, og ikki eru tað smávegis amboð, ið nýtt verða.
?minstukrøvini um læknamanning á smærru sjúkrahúsunum hvørva úr lógina,
?visitatiónsrættindini hjá læknunum á somu sjúkrahúsum fara sama veg,
?og sjúkrahúsráðini við somu sjúkrahús verða syft út um somu dyr.
Hesin miðsavnandi politikkur er so ógvusligur, at stórar ristingar longu eru farnar gjøgnum alt tað føroyska heilsuverkið.
Rákið var í okkara tíð at leggja út til kommunurnar so nær brúkarunum sum gjørligt. Nú rekur øvugtan veg.
Meðan rákið var at menna smærru sjúkrahúsini, er siktið nú, at tey skulu enda sum skaðastovur.
Medsin-, røntgen-, eygna-, anæstesi-, oyrna- og hálslæknar eru sjáldan og ongantíð á Suðuroyar Sjúkrahúsi longur.
Tá krøvini um ein medisinskan og ein kirurgiskan yvirlækna eru horvin, eru tær funktiónirnar farnar sama veg sum allar aðrar eru farnar.
Sentralistarnir lóggeva nú fyri, at ábyrgdin skal takast frá yvirlæknunum og kompetensan flytast til Havnar.
Hvør tímir tá at vera lækni?
Vit vita sum er, at læknar seta karreriuna ovast á listan, og neyvan teljast fallkomin sjúkrahús millum tey mest lokkandi hjá tílíkum monnum.
Skaðin er hendur, og landsins leiðsla hevur longu kunnað læknaverðina um, at hon stevnir eftir í minsta lagi tveimum fallkomnum sjúkrahúsum í Føroyum.
Neyvan eyðnast okkum, sum royndu at reka ágangin aftur av tingi, at rætta tann skaða uppaftur, sum landsstýrismaðurin hevur skapt, men vit fara kortini at royna sum frægast.
Tað er Javnaðarflokkur-in, sum stendur fyri avrættingini, og tað er Hans Pauli Støm, sum tekur kvørkratakið um sjúkrahúsini.
Spurningar okkara vóru ikki svaraðir undir fyrstu viðgerð, og málið stendur í 1/2 gekki.
Landsstýrismaðurin hvarv, og skulkaði sær undan at viðgera sítt egna uppskot saman við tingmonnum.
Umvegis útvarpið frættu vit sama kvøldið, at landsstýrismaðurin var farin til Suðuroyar at leggjast á eitt annað mál, sum løgtingið hevði avgreitt og játtað pening til.
Í longri tíð hevur hann roynt at forða fyri, at ein miðnámsskúli verður bygdur í Vági eftir løgtingslóg og játtan, og á Tvøroyri stríðist sami maður við at gera av við almanna- og heilsuskúlan, sum vit løgdu har.
Skúlarnir eru ein mennandi fortreytin fyri trivanði og framburði, og sjúkrahúsið er ein avgjørd fortreyt fyri, at vit kunnu búleikast í oynni.
Hvat ilt Suðuroyggin hevur gjørt Hans Paula Strøm og Javnaðarflokkinum er ikki gott at vita, men atsóknirnar tykjast ongan enda fáa.