Júst innkomin í nýggju, ljósu hølini, helt drotningin, at tað avgjørt mundi vera ein stór broyting at fáa so góðar arbeiðsumstøður.
Drotningin og Hendrikur prinsur sóu fyrst skaðastovurnar. Síðani fóru tey innar í kantinuna, har tey eisini hittu onkrar sjúklingar. Eftir tað, var farið upp á 2. hædd, har sjúkrahússtjórin vísti teimum skurðdeildirnar. At enda fóru tey upp á 4. hædd, sum er ein seingjardeild. Eisini her tóku tey kongaligu í hondina á fleiri sjúklingum, áðrenn leiðin gekk niðan á eldrasambýlið Tjarnargarð, sum er nýggjasta ellisheimið í Havnini.
Á Tjarnargarði hitti regentparið bæði gomul fólk og børn. Tey vitjaðu búdeildina, dagdeildina og sóu at enda eisini fysioterapideildina. Børnini, sum ganga í barnagarðinum á Konmansmýru vóru komin yvir um vegin, og veittraðu við føroyskum fløggum, sum tey sjálvi høvdu teknað.










