Verkfallið hjá portørunum á Landssjúkrahúsinum fær fleiri og fleiri avleiðingar.
Nú eru posarnir av skitnum klæðum og brturkasti so nógvir, at leiðslan er trongd upp í ein krók.
Allan fyrrapartin hevur leiðslan sitið á fundi og skuldi koma við onkrum útspæli, men tað eydnaðist ikki at fáa nakran í talu vegna fundarvirksemi.
Sambært portørunum ætlað leiðslan týsdagin at áleggja trimum yvirlæknum at fáa skitnu klæðini í vask, men portørarnir søgdu nei.
Leiðslan vísit til eitt danskt skriv, har stendur, at skitin klæðir mugu ikki longur enn tveir dagarnar, men í føroysku reglunum stendur einki dagatal, og portørarnir halda seg til føroysku reglurnar, sigur Rani í Líð, álitismaður hjá portørunum.
Síðan verkfallið byrjaði fyri 12 døgum síðan, hava portørarnir í fleiri førum flutt sjúklingar á Landssjúkrahúsið.
- Sjálvandi liggja vit kki fólk liggja og líða, men tá ið tey eru liðugt viðgjørd, má onnur loysn fáast. Tað er ikki bráðfeingisarbeiði, sigur Rani í Líð.
Yvir fyri portørunum hevur leiðslan gramt seg um, at so nógv liðug viðgjørd fólk eru a Landssjúkrahúsinum, og at hetta hevur plásstrot við sær.
Svarið hjá portørunum var, at er plásstrot, ber til at lata stongdu deildina A3 upp og hýsa fólki har.