Sjúkrahús við 11.000 nýggjum grannum

 Tað mest spennandi við Norðoyatunlinum er, at Klaksvíkar Sjúkrahús fær 11.000 nýggjar borgarar sum sínar nærmastu grannar, sigur Heri Ellingsgaard, sjúkrahúsleiðari. Klaksvíkar Sjúkrahús fyrireikar seg til at veita enn fleiri tænastur til enn fleiri fólk, eftir at Norðoyatunnilin er latin upp

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi rokna tey ikki við skerjingum ella niðurleggingum, tá ið Norðoyatunnilin letur upp næsta ár. Hinvegin fyrireikar sjúkrahúsið í Norðoyggjum seg til at veita sínar tænastur til enn fleiri fólk.
 Vit fáa 11.000 fólk afturat sum okkara nærmastu grannar, og tað verður spennandi fyri Klaksvíkar Sjúkrahús. Vit fyrireika okkum til, at enn fleiri eysturoyingar koma at brúka okkara sjúkrahús, sigur Heri Ellingsgaard, sjúkrahúsleiðari.
 Vit hava styrkt læknamanningina við tveimum skurðlæknum í føstum starvi, umframt at vit hava medisinskan yvirlækna, ortopedkirurg og vitjan av ymsum serlæknum. Harafturat hava vit eina rúgvu av dungaligum starvsfólki við nógvum royndum, sigur hann.
Umleið 150 fólk starvast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og fyristøðukvinnan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heldur, at starvsfólkini eru væl kvalifisera at veita tænastur til ein enn størri part av Føroyum.
 Okkara starvsfólk eru væl útbúgvin, og vit gera nógv við at ogna okkum servitan á teimum økjum, sum vit fáast nógv við. Vit hava til dømis tætt samstarv við Ríkissjúkrahúsið og senda javnan fólk uttanlands at fáa sær servitan. Tí er tað upplagt, at eisini eysturoyingar koma til Klaksvíkar at fáa viðgerð, sigur Jona Nielsen.

Dagkirurgi fer at vaksa
Leiðandi yvirlæknin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi roknar við, at undirsjóvartunnilin fer at hava við sær, at ávísar viðgerðar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fara at verða meiri brúktar.
 Klaksvíkar Sjúkrahús hevur rættiliga langar royndir við ávísum viðgerðum. Eitt er dagkirurgi  tað vil siga viðgerð av sjúklingum, sum koma fastandi inn um morgunin, verða lagdir undir skurð og fara heimaftur seinni á degnum. Hetta hevur riggað sera væl, og eisini eysturoyingar og aðrir føroyingar hava havt gleði av hesari tænastu, sigur Jákup Petersen.
 Eg rokni við, at hendan tænastan fer at økjast, tá ið undirsjóvartunnilin er komin, tí tá verður tað nógv lættari at ferðast til og úr Klaksvík.
Jákup Petersen er sjálvur ortopedur, og hann hevur gjørt nógvar útskiftingar av knøum og mjadnum í Klaksvík. Hetta fer at halda fram.
 Vit hava í eina tíð havt fleiri skurðviðgerðir av hesum slagnum í Klaksvík enn vanligt, tí meðan Landssjúkrahúsið bygdi út, kundu teir ikki gera allar tær skurðviðgerðirnar, sum teir plagdu at gera, men nú útbyggingin er liðug, verður býtið aftur, sum tað plagdi at vera. Men vit hava eina langa traditión við ortopediskum skurðviðgerðum í Klaksvík, og tær koma at halda fram.

Fingu sær sergreinar
Tá ið tað gjørdist møguligt hjá øllum trimum sjúkrahúsunum at fáa sær sergreinar, valdi Klaksvíkar Sjúkrahús at fáa sær sínar greinar.
 Klaksvíkar Sjúkrahús fekk sær medisinskan yvirlækna og ortoped, og síðani hava vit koyrt nógv við sergreinum. Vit hava hildið fast um medisin og ortopedi, og harafturat hava vit hava havt regluliga vitjan av serlæknum innan ymsar sergreinar, sum vit ikki hava so lætt við at røkja í Føroyum, sigur Jákup Petersen.
 Tað hevur tí í nógv ár eyðkent Klaksvíkar Sjúkrahús, at her hava verið sergreinar, og at vit í ávísum tíðarskeiðum eisini hava kunnað veitt viðgerð í ymsum subspesialitetum, sum annars ikki verða røktir í Føroyum, tí vit hava tikið serlæknar inn aðrastaðni frá.
Jákup Petersen stúrir ikki fyri, at tað verða dupultfunktiónir í føroyska sjúkrahúsinum, um samstarvið millum sjúkrahúsini verður gott.
 Orðið dupultfuktiónir hevur fingið eina undarliga meining hjá summum. Tí hvat er ein dupultfunktión, spyr hann.
 Í Klaksvík er eitt røntgen-tól, eitt er í Suðuroy og nøkur eru í Havn, men tað er ikki nøkur dupultfuktión sum so, tí skal tað vera eitt sjúkrahús, so mást tú hava hetta tól. Og skal ein medisinskur sjúklingur ikki kunna viðgerast í Suðuroy, tí allar medisinskar viðgerðir skulu verða í Havn?
 Vit kunnu kjakast um, nær tað verður ein dupultfuktión  um tað er við sergreinum ella við undirgreinunum, men tað er ikki nøkur dupultfunktión, at tær mest vanligu viðgerðirnar eru á fleiri sjúkrahúsum í Føroyum, heldur Jákup Petersen.

Nógv røktarstarvsfólk
Tað eru ikki bara læknar, sum syrgja fyri viðgerðini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein stórur partur av viðgerð og røkt verður gjørt av røktarstavsfólki, og eini 60 av teimum 100 ársverkunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru røktarstørv.
 Sjúkrasystrar eru við í nógvum viðgerðum, tær røkta sjúklingarnar og tær taka sær eisini av summum fyribyrgjandi viðgerðum, sum eru á sjúkrahúsinum, sigur Jona Nielsen, fyristøðukvinna.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tvær seingjadeildir, og har er nógv at gera
 Á deild M er pláss til 12 sjúklingar, og har er eitt støðugt trýst av sjúklingum. Samstundis hava vit nógv fólk í ambulatorinum, so her er nógv at taka sær av, sigur fyrstøðukvinnan.
Klaksvíkar Sjúkrahús roynir støðugt at menna seg við nýggjum viðgerðum, og nú verður farið undir eitt nýtt royndarprojekt við fólki, sum hava Parkinson-sjúkuna.
 Vit fara at taka Parkinson-sjúklingar inn tríggjar ferðir um vikuna til viðgerð og venjing. Hetta er ein tvørfaklig ætlan, sum umfatar sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar og ergoterapeutar, sigur Jona Nielsen.
Klaksvíkar Sjúkrahús stúrir tí ikki fyri framtíðini, nú fast samband verður millum Norðoyggjar og meginøki, men heldur fyrireikar sjúkrahúsið seg til at kunna veita enn fleiri tænastur til enn fleiri fólk.