Sambært enskum serfrøðingum innan sjúklingatrygd, kann tað vera vandamikið at fáa viðgerð á einum sjúkrahúsi.
Á einum vanligum vesturlendskum sjúkrahúsi er vandin fyri at doyggja av skeivum heilivági ein út av hvørjum 300, meðan møguleikin fyri at doyggja í eini flogvanlukku er ein út av 10 milliónum.
Hetta kom fram á eini stórari ráðstevnu í London um trygd hjá sjúklingum í november í fjør, har luttakararnir vóru úr øllum Evropa.
Sir Liam Donaldson, ið er ovasti medisinski leiðarin í enska heilsuverkinum, sigur, at hóast tað eru fólk meira bangin fyri at flúgva enn fyri at verða innløgd á sjúkrahús.
Í 2004 doyðu yvir 2000 sjúklingar á sjúkrahúsum í Onglandi orsakað av óhappum, skeivum diagnosum, ov seinari viðgerð og skeivum heilivági.
Donaldsen sigur, at hetta kann ikki góðtakast og enska heilsuverkið má læra at raðfesta trygdina hægri, soleiðis at sjúkrahúsini vera eins trygg og loftrúmið.
Nú er avgjørt at Stórabretland næstu fýra árini skal lata umleið 290 milliónir krónur til eina heimssamgongu fyri trygd hjá sjúklingum.