Frederiksberg Hospital hevur seinnapartin latið tvær deildir aftur eftir at Roskildesjúka er brotin út. Fleiri eru sett í isolatión. Tvær seingjadeildir á Medisinsku deild og øll akutmóttøkan eru seinnapartin afturlætnar, eftir at fleiri sjúklingar hava fingið Roskildesjúkuna.
Tað er ringt at siga við vissu, hvussu nógv eru smittað, men staðfest eru 26 tilburðir av búkilsku.
- Tað er nakað, sum hevur vundið upp á seg um vikuskiftið, mn í morgun mettu vit, at støðan var so umfatandi, at vit hava gjørt av at lata deildir aftur og isolera tær, sigur varastjórin fyri Frederiksberg Hospital, Ane Friis Bendixen við donsk bløð.
Tilsamans 20 persónar eru smittaðir á Medisinsku deild, har tvær seingjadeildir vóðu lætnar aftur um 13-tíðina. Samstundis eru seks einastovur á akutmóttøkuni isoleraðar av ótta fyri, at sjúkan breiðir seg.
Talan er um eina sera smittandi virussjúku, sum skal viðgerðast so skjótt sum gjørligt, og grevur ógvuliga umfatandi reinføri, fyri at smittan ikki skal greiða seg, sigur varastjórin.
Sjúklingar, sum vanliga høvdu verið koyrdir til Frederiksberg Hospital til viðgerðar, verða nú í staðin koyrdir á onnur sjúkrahús.
Skaðastovan verður kortini opin fyri fólki, sum sjálvi koma á sjúkrahúsið.
- Í morginárini hyggja vit nærri at støðuni og meta um, hvørt vit skulu taka fleiri fyrivarnir, sigur Ane Bendix, við ekstrabladet.dk.