Sjúkrabilurin steðgaði upp tá ið hann skuldi fara til hjálpar

?Nú ein dagin brendi motorurin á einum sjúkrabili í Havn saman á veg til Vestmannar í hjálparørindum

? Vit kunnu bara prísa okkum lukkulig fyri, at einki álvarsligt var á vási. Tí so kundi tað enda heilt galið.

Nú ein dagin hendi tað, sum ikki má henda:

Sjúkrabilurin steðgaði upp, best sum hann var á veg til hjálpar eftir fólki, sum skuldi á Landssjúkrahúsið.

Bilurin var á veg til Vestmannar eftir fólki, sum skuldi á Landssjúkrahúsið, men hann kom ikki langt.

Tí mitt í øllum steðgðai hann upp.

Og skaðin var so álvarsligur, at har gjørdust onki, tí tað vísti seg, at motorurin var brendur saman.

? Tíbetur var onki álvarsligt á vási. Men var talan um ein tilburð, har hjálp var bráðneyðug, tori eg illa at hugsa um avleiðingarnar, siga keldur á Landssjúkrahúsinum.

Tað vísir seg at ganga striltið at fáa nakran at tosa um hendingina. Leiðarin fyri portørarnar hevur verið burturstaddur og teir portørar, vit hava tosað við, eru ikki sinnaðir at úttala seg um innanhýsis viðurskifti. Heldur ikki sjúkrahúsleiðarin hevur verið at hitta.

Men aðrar keldur siga, at eins og so nógv annað á Landssjúkrahúsinum, er støðan hjá portørunum syndarlig og at hendingin á vestmannatúrinum hjá sjúkrabilinum er bara eitt dømi um, hvørjar avleiðingar kunnu standast av, at Landssjúkrahúsið hevur verið so hart rakt av sparingum seinastu árini, at peningur ikki er til taks til endurnýggingar.

? Sannleikin er, er at eisini sjúkrabilarnir eru uppslitnir. Tann eldri er 11 ára gamal og tann yngir er lítið mætari. Og tað er alt ov høgur aldur hjá einum sjúkrabili, tí tað er sjálvsagt neyðugt at hava fult álit á teimum.

Tann yngsti, størsti og besti sjúkrabilurin stendur í Eysturoynni. Teir báðir elstu, og vánaligastu, eru í Havn, har tað er mest at gera.


Ofta trupulleikar

Kelda okkara á Landssjúkrahúsinum sigur, at eitt, sum portørarnir eisini ofta gremja seg um, er, at teir eru undirmannaðir.

? Fyrr vóru altíð tvær sjúkrabilamanningar á vakt um dagin og ein manning um náttina.

? Men nú er bara ein á vakt altíð, sigur hon.

?Og hetta kemur ofta illa við, tí tað er í heilum, at tað er brúk fyri tveimum sjúkrabilum ísenn. Skal ein bilur t.d. á flogvøllin, er hann burtur í fýra tímar.

? So tá ið brúk er fyri báðum bilunum, skulu portørar boðsendast til arbeiðis, og tað er ofta sera trupult, tí teir avspáka, og hartil kann tað taka langa tíð at savna manningina, tí teir kunnu vera hvar sum helst so tað er mangan eitt øgiligt ringjarí at fáa fatur á fólki.

Á Landssjúkrahúsinum verður sagt, at teir hava mangan verið illa fyri av hesum, tí tað er so trupult at savna menninar.

Tíbetur hevur hetta ikki fingið menniskjansligar avleiðingar- enn. Men tað kann vera so skjótt, verður lagt afturat. Sagt verður, at ikki minst leggja hesar vánaligu arbeiðsumtøðurnar eitt óneyðugt trýst á portørarnar. Sagt verður, at tveir portørar afturat høvdu gjørt undurverk.

Vit hava fyrr nevnt, at eisini røntgentólini eru í so ringum standi, at tað hendi seg meiri enn so, at tey brotnaðu mitt undir eini kanning.