Portørarnir høvdu hendurnar fullar á ólavsøku. Teir høvdu úr at gera við at koyra fólk, ið var komið til skaða á ein ella annan hátt á skaðastovuna.
Tá tosað varð við løgregluna tíðliga fríggjamorgunin, hevði sjúkrabilurin verið úti samfullar 39 ferðir innan seinastu tvey samdøgrini.
Talan var tó ongantíð um nakað heilt álvarsamt. Tað var mest full fólk, ið vóru komin til skaða av fløskum og øðrum.