Ein lítið ferðsluóhapp var á Oyndarfjarðarvegnum um middagsleitið.
Tað var ein bilur, sum koyrdi upp í endan á einum øðrum.
Av tilvild kom sjúkrabilurin júst framvið og kannaði øll, sum vóru í bilunum. Eingin teirra hevði tó nakran skaða.
Bilarnir eru tó illa farnir og mugu sleipast av staðnum.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tað kostar eitt klipp í koyrikortið og eina bót at koyra upp í endan á einum øðrum bili. Orsøkin er, at neyðug frástøða ikki verður hildlin.










