Jana H. Dalsgaard
forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
??????????
Skal Sjúkrarøktin takast frá serkønu sjúkrarøktarfrøðingunum á Føðideildini og latast ljósmøðrum, ið ikki hava neyðuga førleikan, at umsita?
Hvønn týðning hevur uppbygd og ment servitan fyri kvalitetin í sjúkrarøktini og trygdina hjá sjúklinginum?
Hvussu verður servitan vird og raðfest á Landssjúkrahúsinum?
Hetta eru nakrir av spurningunum vit seta okkum í hesum døgum!
"So er aftur stríð á Landssjúkrahúsinum, hvat klandrast tit nú um"? spyrja mong í hesum døgum. Eg kenni meg noydda at greiða gjølla frá, og kann við røttum siga, at tað heldur ikki hesaferð er Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ella limir tess, ið hava biðið um hendan óneyðuga ófrið.
Tey allarflestu hava, eins og eg, ikki enn gloymt pínufulla málið á medisinsku deild B6 fyri bert fáum árum síðani, tá sjúkrarøktarfrøðingar í eini roynd at betra ótolandi umstøðurnar hjá bæði sjúklingum og starvsfólki, vegna m.a. manglandi resoursir, fingu eina sera ósømuliga viðferð frá leiðsluni. Málið, ið mundi endað við, at øll starvsfólkini fóru í einum, og deildin bleiv niðurløgd, um ikki Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í evstu løtu, forðaði fyri tí. Hetta mettu mong við okkum, átti ikki at komið fyri og slíkt má ongantíð henda aftur.
Tá Kardiologiska starvsstovan varð sett á stovn, vóru tað m.a. tveir sjúkra-røktarfrøðingar við servitan, ið vóru við til at byggja hesa deildina upp. Tær vóru serfrøðingar á økinum, og høvdu servitan á ikki minni enn 6 ymiskum sergreinum. Til samanberingar kann eg nevna, at tá tær skuldu í feriu og avloysari fáast úr Danmark var ongin at fáa, ið hevði meira enn tvær av neyðugu sergreinunum, so annahvørt mátti sendast boð eftir fleiri fólkum úr Danmark, ella máttu kanningarnar á teimum 4 sergreinunum bíða til onnur av teimum var aftur til arbeiðis, Hvussu virdi Landssjúkrahúsið arbeiðið, sum hesar báðar gjørdu, og hvussu virdu tey hesa servitan?
Vit hava heldur ikki gloymt Scopimálið. - Scopideildin, sum var ein minsturdeild, eins og Kardiologiska Starvsstovan og Føðideildin, við trimum sjúkrarøktarfrøðingum, sum vóru serfrøðingar á tí økinum, tær bygdu deildina upp, og hava gjørt eitt megnar arbeiði. Ikki minst hava tær harafturat spart Landssjúkrahúsinum nógvan pening gjøgnum árini, við at ganga í vakt "ókeypis". Her mátti partú pilkast við, hvat gjørdist úrslitið? minnast tit tað, kundi hetta kallast sparing ella møguliga menning? Hvussu virdi Landssjúkrahúsið arbeiðið, sum hesir serfrøðingar gjørdu, og hvussu virdu tey teirra servitan?
Feskasta dømið um vantandi virðing fyri servitan hjá sjúkrarøktarfrøðingum á Landssjúkrahúsinum var tá skurðdeild A3 lat aftur stutt fyri jól í fjør! Varð serlæknin í kvinnusjúkum eftirspurd? A3 var m.a. serdeildin fyri gynækologi og obstetrik. Tað var á A3 at m.a.sjúkar barnakonur lógu, har konur liggja nú á Føðideildini. Umframt tað, var deildin útbúgvingardeild fyri sjúkrarøktarfrøðingar bæði í kirurgi og gynækologi og obstetrik. Hvussu kemur servitanin hjá sersjúkrarøktarfrøðingunum, ið bygdu upp og mentu sjúkrarøktina á A3 kvinnuligu sjúklingunum í dag tilgóðar?
Sami "arkitektur", sum hevði ein fingur í spælinum í øllum hesum málum hevur nú aftur " rørt í pottinum" og hesaferð er tað Føðideildin, ið stendur fyri skoti. Nú skal beinast fyri servitanini á Føðideildini! - einasta grundgeving sigst vera at ljósmøður ynskja tað. Hvar eru tey fakligu argumentini? Hvat við trygdini hjá sjúklinginum?
Føðideildin ein fyrimyndarlig deild - hví broyta tað ið virkar sera væl?
Føðideildin er ein fyrimyndarlig deild, og eigur avgjørt ikki at rørast !
Og sum sjúkrarøktarfrøðingur á Føðideildini sjálvar skriva í skrivi nú um dagarnar; citat;
"Vit hava í Føroyum í dag, eftir okkara bestu sannføring, eina so flotta heilsutænastu til hesar barnafamiljur, at vit næstan kundu farið í onnur lond og selt skipanina, sum eitt nú fiskidagaskipanin verður seld. Vit kunna í øllum førum erpa okkum av nógv lægri, um ikki lægst barnadeyða tað fyrsta liviárið hjá barninum, tá vit samanbera við hini norðanlondini. Tað átti at sagt politikarunum, at her er ein skipan, vit eiga at vera varin við at broyta, og um vit skulu broyta eigur tað at gerast so tilvitað, at vit kenna meginpartin av ringvirkningunum gjøgnum alla skipanina og samfelagið sum heild, áðrenn broytingin verður sett í verk. Spurningurin er, fara vit at megna at varveita positivu útlitini fyri okkara dýrabarasta tilfeingi, nevniliga børnini".
Uppskotið hjá "Leiðsluni" Ein háðan ímóti sersjúkrarøktini og sjúkrarøktarfrøðingum, ið hava bygt upp og mennt hesa servitan - Sjúklingurin ikki í miðdeplinum!
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar mótmælir harliga ætlaðu umleggingini á Føðideildini, ið er onki minni enn ein háðan ímóti sjúkrarøktini og sjúkrarøktarfrøðingum og setur trygdina hjá sjúklinginum í vanda. Nú er niðurgerðingin av servitan hjá sjúkrarøktarfrøðingum fullkomin, tí "Leiðslan" á Landssjúkrahúsinum ætlar at siga 8 sersjúkrarøktarfrøðingar á Føðideildini úr starvi og seta ljósmøður, sum ikki eru sjúkrarøktarfrøðingar áðrenn og tí ikki hava neyðugan førleika, inn á deildina í teirra stað, at yvirtaka sjúkrarøktina og sjúkrarøktarleiðsluna. (Næstan allar ljósmøðurnar á LS hava útbúgving úr Danmark og hava tí ikki útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingar áðrenn). Danmark er einasta stað, har tað ber til,at læra til ljósmóðir uttan at vera sjúkrarøktarfrøðingur áðrenn, alla aðrastaðni er hetta eitt krav. Tað er ikki nógmikið við teimum ljósmøðrum, ið longu vóru í starvi, tað skulu fleiri til svaraði leiðslan starvsfólkunum á Føðideildini á fundi 8. mars, tað er undirritaða vitni til.
Einasta argumentið hjá leiðsluni at fremja hesa broyting er, at ljósmøður ynskja tað. Tað hevur alt tað eg veit um verið arbeiðsloysi millum ljósmøður í Føroyum. Um ljósmøður ynskja at arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingar,ella at yvirtaka sjúkrarøktina krevst tað, at tær útbúgva seg fyrst til sjúkrarøktarfrøðing og fáa løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur!
Teirra fakliga grundgeving fyri at yvirtaka sjúkrarøktina er, at tær sum lesandi hava verið í praktikk í 6 vikur á neonatalari deild og verið til próvtøku í tí. Hetta meta tær vera nógmikið -. Hetta er sjálvsagt ikki nóg mikið og heilt burtur við!- Um vit argumenteraðu líka óseriøst, kundu vit mótsatt ført fram, at tá vit sum lesandi vóru í praktikk á gynækologiskari-, obstetretriskari- og føðideild í fleiri mánaðir í lestrartíðini(eg sjálv var í 4 mánaðir) og til próvtøku í øllum hesum sum viðvíkur føðingini, og harafturat hava sjúkrarøktarfrøðingar á Føðideildini altíð verið við til hvønn einasta føðsil, ja, so kunnu vit bara yvirtaka føðslarnar- tað hevði verið sparing ! Men, hetta høvdu vit sjálvsagt ikki boðið føðikonunum, og so mikið av virðing hava vit sum fakbólkur fyri arbeiðinum og vitanini hjá ljósmøðrum, tí vænta vit eisini teirra virðing fyri okkara servitan og erfaring sum sjúkrarøktarfrøðingar og ikki minst trygdini hjá sjúklinginum. Onnur samanbering er, um ein tannlækni verður settur at arbeiða sum lækni, ein lærari í Vøggustovu ella barnagarði ella ein pædagogur sum lærari í t.d. matematikk í framhaldsdeildini. Hví nýta orku og pening uppá at útbúgva ein bólk, at gera uppgávur sum tú hevur toppkvalifiseraði fólk til at taka sær av frammanundan? Er tað sparing fyri samfelagið? Tað er ikki lítið ósmæði av ljósmøðrum og leiðsluni harafturat at krevja og vænta, at sjúkrarøktarfrøðingar skulu upplæra ljósmøður til at gera seg sjálvar arbeiðsleysar!
Felagið mótmælir harðliga, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum tekur sjúkrarøktina frá sjúkrarøktarfrøðingum og letur ljósmøður yvirtaka sjúkrarøktina og sjúkrarøktarleiðsluna á Føðideildini.
Trygdin hjá sjúkum barnakonum og sjúkum pinkubørnum í vanda !
Føðideildin er ikki bert ein føðideild, men eisini ein sjúkradeild og kann tí ikki samanberast við føðideildir í eitt nú Danmark og øðrum Norðanlondum.
Hetta merkir, at deildin eisini er ein sjúkradeild fyri barnakonur og ein neonatal deild.
Ein neonatal deild er ein sjúkradeild, har ov tíðliga fødd børn, sjúk børn og børn við breki annars eru innløgd.
Á neonatalum deildum í Norðanlondum starvast bert sjúkrarøktarfrøðingar og læknar. Ongin ljósmóðir starvast á nakrari neonatalari deild hvørki í Danmark, Noregi, Svøríki, Finlandi ella Íslandi, tí hetta er sjúkrarøktarøki.
Felagið mótmælir eisini, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum harafturat roynir at billa Føroya Fólki inn, at nevnda umlegging fer at geva eina betri góðsku, - tað meta vit er beinleiðis ósatt, tí hon fer tvørturímóti, at lækka støðið í sjúkrarøktini.
Vit vilja eisini minna á, at Føroyar fyri nøkrum árum síðani høvdu hægsta barnadeyðatíttleika í Norðanlondum smb. hagtølum hjá Landslæknanum og hava megnað, at venda gongdini til nú at hava lægsta barnadeyðatíttleika.
Hetta er m.a. sera dugnaligu sjúkrarøktarfrøðingunum á Føðideildini, ið eru serkøn á økinum, serlæknanum í kvinnusjúkum, barnalæknunum og ikki minst fyrrverandi barnalækna, Ulrikku Steuerwald, ið legði lunnar undir servitanina innan neonatala økið, fyri at takka.
Brot úr hagtølunum á Føðideildini (databasuni fyri neonatala deild)
Føðideildin er, sum áður nevnt eisini ein sjúkradeild, ein neonatal deild. Stórur partur av børnunum verða innløgd sum sjúklingar.
Sambært hagtølum hjá Landssjúkrahúsinum fyri 2004:
?Fødd vóru 612 børn
?Harav vóru 147 børn skrásett sum sjúklingar eftir kriteriunum hjá barnalæknunum. Hetta svarar til 24%.
Samlaða tíðin, tey vóru skrásett sum sjúklingar var 1071 døgn og er hetta í miðal 7,3 døgn pr. barn.
?28 børn ( 4,6%) vóru fødd ov tíðliga, tvs. áðrenn 37. viku.
?Umframt tey ov tíðliga føddu børnini á LS, vóru á føðideildini í 2004 innløgd 4 onnur ov tíðliga fødd børn, harav 1 var føtt á Suðuroyar Sjúkrahúsi og 3 á Ríkisjúkrahúsinum
?Trillingar og 9 pør av tvillingum vóru fødd seinasta ár
?98 børn (16%) vóru fødd við keisaraskurði
?Keisaraskurður" er ein operatión, ein skurðviðgerð
Á Føðideildiin eru eisini sjúkar barnakonur og er m.a. ein partur av teimum konur, sum fáa keisaraskurð.
98 børn vóru fødd við ?keisaraskurði" - tað vil siga, at tað er ein rættuliga stórur partur av barnakonunum, sum verða lagdar undir skurð, og við hesum, eru at roknað sum sjúklingar. Eins og aðrir skurðsjúklingar hava konurnar tørv á og krav uppá at verða røktaðar av bestkvalifiseraðu fakfólkum, sum í hesum føri eru vælútbúnu sjúkrarøktarfrøðingarnir á Føðideildini, sum kunna veita eina dygdargóða sjúkrarøkt.
Aðrar sjúkar barnakonur eru m.a. tær, ið hava høgt blóðtrýst, sukursjúku, hjartasjúku, lungnasjúku, sálarliga sjúku, hava krabbamein, eru misbrúkarar og mangt annað. Eisini er komið fyri konur, ið hava fingið gøgntransplantatión. Heldur ikki er at gloyma tær sárbaru familjurnar og transportar av sjúkum pinkubørnum til sjúkrahús uttanlands.
Í uppskotinum hjá leiðsl-uni er eisini ætlanin at skerja talið á seingjarplássum á føðideildini. Um hetta er ætlanin, verða tað helst tey »frísku«, ið verða skjótari útskrivað og møguliga ambulantir føðslar. Harvið verður tørvurin á ljósmøðrum uttan fyri Føðideildina størri, og ikki inni á Føðideildini hjá teimum sjúku, har sjúkrarøktarfrøðingarnir eru.
Tá mamma og barna verða útskrivað, er heilsufrøðingurin, sum er serkønur á økinum, klárur at taka ímóti, so her er onki galið við kontinuitetinum.
Intensiv-og Narkosusjúkrarøktarfrøðingar útskiftar við ljósmøður - trygdin hjá sjúklinginum?
?Viðrakning" er staðið, har skurðsjúklingar verða observeraðir og røktaðir aftaná narkosu til teir eru vaknir og nóg stabilir til at flyta aftur á songardeildina. Her er talan um intensiva, postoperativa sjúkrarøkt. Narkosusjúkrarøktarfrøðingar, sum eru serfrøðingar á økinum, hava altíð havt hesa uppgávu um hendi og eru so avgjørt, saman við intensiv sjúkrarøktarfrøðingum, teir bestu til at útføra hesa uppgávu.
Eisini her er ein broyting hend fyri tíð síðani á Landssjúkrahúsinum, tí ?onkur" ? hevur nú eisini útdeligerað intensivu post operativu sjúkrarøktina av konum, ið hava fingið ?Keisaraskurð" til ljósmøður. Ístaðin fyri at koma í Viðrakning verða konurnar nú fluttar beinleiðis aftur á familjustovuna á føðideildini, har ljósmøður skulu taka sær av hesi sersjúkrarøktini. Konurnar skulu ikki longur hava besta og tryggasta tilboðið.
Hvat er endamálið við at lata sersjúkrarøktina hjá intensiv- og narkosusjúkrarøktarfrøðingum (ið hava ca. 6 ára útbúgving) og eru til taks, yvir til ljósmøður, at umsita ? Er eitt 14 daga skeið nóg mikið til at ljósmøður, ið ikki eru sjúkrarøktarfrøðingar áðrenn, og ikki hava neyðuga førleikan, kunnu røkja hesa uppgávu ? Er hetta gjørt sum menning ella sparing ? Hevur sjúklingurin og trygdin hjá honum verið í miðdeplinum, tá hetta er gjørt ? ella hevur aktiveringin av arbeiðsleysum ljósmøðrum eisini í hesum føri, størri týðning enn trygdin hjá sjúklinginum ? Hvussu virðir Landssjúkrahúsið servitanina hjá sjúkrarøktarfrøðingum á hesum øki?
Aðrar avleiðingar
Ætlaða umleggingin á Føðideildini hevur eisini ta avleiðing, at arbeiðið, sum altíð hevur verið røkt av limunum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingum, uttan haldgóðar grundgevingar, verður flutt til ein annan fakbólk.
Hetta verður gjørt mitt í einum sáttmálaskeiði og er eitt greitt brot á allar arbeiðsrættarligar reglur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum hava skyldu at halda.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kann als ikki góðtaka, at eitt arbeiðsøki, sum altíð hevur verið væl og virðiliga røkt av sjúkrarøktarfrøðingum, okkara limum, á henda hátt við væl fyrireikaðum snildum (grovari manipulatión), verður flutt til ein annan fakbólk. Hetta er greitt í stríð við allar siðvenjur á arbeiðsmarknaðinum.
Nú er ovboðið !
Hetta stig kann ikki fatast sum annað enn ein krígsavbjóðing móti Felagi okkara. Eg vil enn einaferð undirstrika, at vit hava ikki biðið um henda óneyðuga ófrið ! Sjúkrarøktarfrøðingar bera orð fyri at verða fleksiblir, tolnir og hava góð samstarvsevni. Sjúkrarøktarfrøðingurin er tann, ið er hjá sjúklinginum og hevur ábyrgdina av honum allan sólarringin og er harafturat tann, ið samlar allar træðrir, tað vil siga, samstarvar við allar aðrar starvsbólkar, sum beinleiðis ella óbeinleiðis hava við sjúklingin at gera. Sjúkrarøktarfrøðingar strekkja seg sera langt og tiga oftast, hóast teir eru fyri órættum, fyri at fáa arbeiðið at ganga so væl sum tilber, og tað ikki skal ganga út yvir sjúklingin. Men nú siga sjúkrarøktarfrøðingar frá, nú er nógmikið traðkað á okkum. Nú er ovboðið!
Føroya fólk hevur krav uppá at vita, at trygdin hjá sjúkum barnakonum og sjúkum pinkubørnum er ikki nóg góð um umleggingin á Føðideildini verður framd. Vónandi vaknar onkur áðrenn tað er ov seint.
Gjørt verður vart við, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ikki undir nøkrum umstøðum góðtekur nevndu umlegging, tí vit meta, at hon er fakliga óforsvarlig og ikki nøkur sparing og fara vit tí, at taka øll neyðug stig til at forða fyri, at hon gerst veruleiki.
Áheitan á Føroya Løgting
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vil ikki longur standa sum áskoðari til at Landssjúkrahúsið enn einaferð fremur umleggingar, sum beinleiðis viðføra afturstig í kvalitetinum í sjúkrarøktini og harafturat billar Føroya Fólki inn, at tað bæði er sparing og menning. (ljóm. eru hægri løntar enn sjúkrarøktarfrøðingar).
Felagið góðtekur ikki, at sjúklingurin ikki fær best møguliga sjúkrarøktartilboðið, og at trygdin, í hesum føri, hjá sjúkum barnakonum og sjúkum pinkubørnum á Føðideildini verður hótt.
Sjúkrarøktarfrøðingar hava altíð verið, og eru avgjørt teir bestu framhaldandi, at tryggja, at sjúklingar á Landssjúkrahúsinum, eisini á Føðideildini, fáa eina nútímans og dygdargóða sjúkrarøkt.
Felagið heitir tí inniliga á Føroya á Føroya Løgting um at støðga ætlaðu umleggingini á Føðideildini, meðan leikur er góður.
Somuleiðis heitir Felagið á Føroya Løgting um at veita neyðugu játtanina til Landssjúkrahúsið so tað aftur kann rekast forsvarligt, og ikki noyðist at skerja so rívan á psyki-atrisku deild og sum frættist, at lata aðra ta medisinsku deildina annahvørt B6 ella B7 aftur. Skurð-deildin er nógv minkað, har eru 32 seingjarpláss færri í dag enn fyri nøkrum árum síðani.
Eitt ávíst seingjartal og ein grundnormering av starvsfólki eisini við servitan eru neyðug fyri at veita eina forsvarliga tæn-astu.
Skerjingin hóttir útbúgvingina av sjúkrarøktarfrøðingum - enn færri praktikkpláss
Annar vandi, ið stendst av støðugu minkingini av sjúkrahúsinum, er at Landssjúkrahúsið sum útbúgvingarstað hevur alt færri praktikkpláss til lesandi frá Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya. Heldur henda gongdin fram, er vandi á ferð. Her kann eisini hóskandi verða minnt á, at vit í Føroyum hava útbúgvið Sjúkrarøktarfrøðingar í umleið 100 ár, men enn eigur Skúlin ikki Tak yvir høvdið! Hvar er virðingin hjá politikarum fyri sjúkrarøktini og útbúgvingini? Tað harmar okkum almikið, at ongin politikari so mikið sum tekur Skúlan uppá tungu, samstundis sum Landsstýrið setur " himmal og jørð í bevægilsi" fyri at byggja nýggjan Heilsuskúla til enn eina nýggja útbúgving. Hvussu við raðfestingini av skúlabygging? eru tey 100 árini ikki nóg mikið til at sjúkrarøktarfrøðingar eiga tørn nú?
Løggilding ikki til hoyringar
Hvar var virðingin fyri sjúkrarøktarfrøðingum, tá lógaruppskotið um løggilding av sjúkrarøktarfrøðingum var fyri í Løgtinginum, nú um dagarnar? Landsstýrismaðurin í Almanna og Heilsumálum virdi okkum ikki so frætt, at vit fingu "broytta lógaruppskotið til hoyringar" - hetta er átaluvert, og kann als ikki góðtakast!
Hvønn skal Sjúkrahúsið verða fyri?
Føroya Løgting og Landsstýrið skylda Føroya Fólki, at svara fyri, hvønn Landssjúkrahúsið skal vera fyri í framtíðini, um hildið verður á við skerjingum og afturlatingum á henda hátt, meta vit, at Sjúkrahúsið verður ikki fyri øll!









