Sirið Stenberg, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi vil hava at vita, um tað við núverandi journalskipan ber til at seta í verk samskipan av bíðilistum á føroysku sjúkrahúsunum. Tí hevur hon sett landsstýrismanninum í heilsumálum, Karsteni Hansen, munnligan fyrispurning um málið.
Í viðmerking til fyrispurningini sigur løgtingskvinnan, at í kjakinum sum tók seg upp í heyst um samskipan av sjúkrahúsunum í Føroyum bleiv víst á, at ein av afturvendandi trupulleikunum vóru biðilistarnir. Somuleiðis hevur verið víst á henda trupulleika í miðlunum, umframt eisini á løgtingi.
Fleiri dømi hava verið um fólk, sum hava bíðað í mánaðir at sleppa framat, meðan bíðitíðin á øðrum sjúkrahúsi kanska hevur verið 1-2 vikur. Fólk hava víst á, at tey ikki hava verið kunnað um møguleikan at sleppa á annað sjúkrahús, og tí kanska hava verið sjúkramendaði í mánaðir meðan tey hava bíðaðm, sigur løgtingskvinnan.
Hon heldur, at spurningtuin tí er, um landsstyrismaðurin í verandi journalskipan TSH, ella á annan hátt kann samskipa bíðlistan, soleiðis at sjúkrahúsini og tey sum ávísa, aloftast kommunulæknarnir fáa innlit í samlaða bíðlistan, og harvið kunnu vísa sjúklinginum á hvar skjótast slepest framat.
Eg ivist onga løtu í, at sjúklingurin fer har hann skjótast sleppur framat. Tað er heldur ikki nøktandi, hvørki fyri sjúklingin, ella fyri landskassan, at sjúklingurin gongur sjúkrameldaður longri enn hægst neyðugt. Somuleiðis kunnu ressoursirnar á heilsuverkinum nytast skilabetri, so her eigur bara at vera nakað at vinna fyri allar partar, sigur Sirið Stenberg.