Hotel Tórshavn
?Tað er onki at siga til, at tey, sum skulu vera á Hotell Tórshavn í longri tíð, eru ónøgd.
Ina Frisdahl, leiðari á sjúklingahotellinum Tórshavn skilir væl, at summir sjúklingar eru misnøgdir við umstøðurnar á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn, tí hon ásannar, at rættiliga nógvir trupulleikar standast av, at húsið er í so ringum standi.
Men hon sigur, at sjúklingar og teirra avvarðandi mugu ikki sita eftir við eini fatan av, at leiðslan á hotellinum onki ger við við trupulleikarnar, tí onki kann vera meiri skeivt enn tað.
? Vit arbeiða alla tíðina fyri at bøta um trupulleikarnar.
Men samstundis sigur hon, at høvdu tey havt somu vitan um húsið, tá ið tey leigaðu tað, sum tey hava nú, hevði tað aldrin verðið leiga til sjúklingahotell, tí tað er í so ringum standi.
?Men alt hetta eru trupulleikar, sum eru komnir til sjóndar eftir at vit leigaðu húsið og sum vit ongan møguleika høvdu at kenna til, tá ið sáttmálin varð undirskrivaður.
Og av tí sama sigur hon eisini, at tað tekur langa tíð at koma trupulleikunum til lívs og tilsamans er talan um arbeiðið fyri milliónaupphæddir, og sum tosast skal um við tann, sum eigur alt húsið.
Smittuvandin við legionellabakteriuni, sum greitt er frá í aðrari grein, er bara tann seinasti í røðini av trupulleikum, sum tey hava at dragast við á hotellinum.
Serligt ljós varð varpað á viðurskiftini á Hotel Tórshavn eftir at tað herfyri kom fram, at eitt fólk á hotellinum varð blivið smittað við legionellabakteriu.
Og í gjár greiddu tveir sjúklingar frá, hvussu ónøgdir teir vóru við umstøðurnar, eitt nú var svampur í summum kømurum, skipanin, sum luftar út, virkar ikki, onki fríøki er rundanum og hotellið er mangan yvirfylt.
Arbeiða alla tíðina
Ina Frisdahl ásannar, at trupulleikarnir eru stórir, men at tey alla tíðina arbeiða fyri at bøta um støðuna.
Hon sigur, at stórar ábøtur eru gjørdar á húsið, so tey kemur heilt óvart á tey, at trupulleikarnir eru so stórir,sum teir nú vísa seg at vera.
? Sjálvsagt er tað strævið hjá sjúklingunum og teirra avvarðandi, men tað er eisini strævið hjá okkum, sum arbeiða her, tí tað fer rættiliganógv arbeiðsorka til at royna at loysa teir ymsu trupulleikarnar, men hetta eru trupulleikar, sum vit ikki eru harrar yvir.
? Trupulleikin við svampi tók seg upp fyri nøkrum mánaðum síðani, men eisini tá varð embætislæknin tilkallaður og hann hevur staðfest, at svampurin er púra vandaleysur fyri fólk, so hóast tað er keðiligt við svampi er elva teir ikki til vanda.
? Men vit hava gjørt fyribils ábøtur, har svampur er staðfestur, men í longdini verða tey rúmini isolerað av nýggjum.
Somuleiðis ásannar hon, at skipanin, sum luftar út, ikki virkar sum hon skal, men eisini tað brekið verður arbeitt við at bøta uppá.
Vaksið næstan 50%
Leiðarin á hotellinum ásannar eisini, at tað er ein trupulleiki, at hotellið er yvirfylt til tíðir.
?Men har mugu vit hava í huga, at talið av sjúklingum, sum verða sendir úr Føroyum til Danmarkar til viðgerð, er munandi vaksið hesi seinastu tvey, trý árini.
? Fyrra hálvár í ár høvdu vit næstan 50% fleiri gistingar enn vit høvdu fyrra hálvár í fjør og tað er sjálvsagt, at tað leggur stórt trýst á hotellið.
Ina Frisdahl sigur, at fyrra hálvár í fjør høvdu tey 8.052 gistinginar á hotellinum, men fyrra hálvár í ár hava tað verið 11.828 gistingar.
? Hetta hevur ført við sær, at vit viðhvørt hava verið noydd at leiga fleiri kømur aðrastaðni í býnum, tí pláss er ikki fyri øllum.
Sosatt ásannar hon eisini, at tað gista fleiri ferðir so nógv fólk á hotellinum enn tey upp á nakran máta væntaðu, tá ið tey leigaðu húsið.
?Men hetta er heldur ikki ein spurningur, sum vit eru harrar yvir, tí tað kemst av, at alsamt fleiri sjuklingar verða sendir til Danmarkar til sjúkuviðgerð.
Hon eigur, at ein onnur orsøk til, at gongdin hevur verið soleiðis, er, at føroyskir sjúklingar hava so nógv avvarðandi við á hotellið.
?Í so máta hava føroyingar rættiliga góðar sømdir, tí tað vísir seg, at næstan 90% av øllum føroyskum sjúklingum hava avvarðandi við sær á hotellið.
Hinvegin eru tað bara 25% av sjúklingunum, sum koma úr Grønlandi til Danmarkar, sum hava avvarðandi við.
?Vit síggja javnan, at sjúklingar úr Føroyum hava alt húskið niður við sær og tað skapar trupulleikar, tí tað var heldur ikki ætlanin við hotellinum.
?Tað er serliga um summarið, at hetta er ein trupulleiki. Men tað er kanska onki at siga til, tí tað er sera bíligt at gista her, tey avvarðandi betala bara 200 og 300 krónur um dagin við øllum matinum.
? Tað rætta hevði sjálvsagt verið, at tey, sum eru her leingi, høvdu tvey kømur, eitt at sova í og eitt at vera í um dagin, men tað er ógjørligt, so leingi vit ikki hava meiri pláss enn vit hava til tær gistingar vit hava.
Men hetta er eisini ein trupulleiki, sum tey arbeiða við, og onkur tiltøk verða sett í verk í næstum.
?Hetta er fyrst og fremst eitt hotell fyri sjúklingar og tí fara vit at seta strangari reglar í verk fyri, hvussu nógv avarðandi teir kunnu hava við sær.
Hon sigur, í vanligum førum sleppa sjúklingar hereftir bert at hava ein avvarðandi við, men er talan um sjúk børn, kunnu tey sjálvsagt hava bæði foreldrini við.
Í serligum førum kunnu sjúklingar sjálvsagt hava fleiri avvarðandi við.
Vit mæla eisini frá, at avvarðandi børn ikki eru ov leingi á hotellinum, tí umstøðurnar hjá teimum eru ikki serliga góðar, men tey eru sjálvsagt vælkomin at ferðast í eina tíð.
Hvørji onnur stig verða tikin, er ikki greitt, men hetta er ein spurningur, sum nú verður tikin upp við Landsstýrið.
Liggur væl fyri
Annars er Ina Frisdahl ikki samd í, at hotellið liggur illa fyri.
? Tað er 15 minuttir at gnaga yvir á Ríkissjúkrahúsið. Fælledparken, sum er eitt stórt fríøki við fótbóltsvøllum, svimjihøll og øðrum ítrivum, er 10 minuttir frá til gongu. Tað eru fimm minuttir at ganga til bussar og 10 minuttir til jarnbreytarstøð.
? À hotellinum hava vit koyristólar til tey, sum ikki orka at ganga, og tey, sum eru so illa fyri, hava onkran avvarðandi, sum kann hjálpa teimum.
? Men vit hava eisini prutl til brekað til tey, sum eru her í longri tíð, og sum ikki fáa gingið.
Og í næstu framtíð verður eisini garðurin við sjálvt hotellið gjørdur, so fólk kunnu eisini vera har og børn kunnu spæla har.
?Men tað skal heldur ikki gloymast, at føroyingar raðfesta ógvuliga høgt, at hotellið liggur so mitt í býnum sum gjørligt og tí bleiv tað hetta húsið.
Hinvegin hava grønlendingar keypt eitt niðurlagt røktarheim. Tað liggur eitt sindur uttanfyri býin, men afturfyri fingu teir eitt hús, sum er sera væl hóskandi til brekað við stórum fríøki rundanum.
Tey, sum eru á Hotell Tórshavn fáa í næstu framtíð eisini møguleikar fyri ymsum ítrivi.
? Vit fara at gera eitt rúm við ymsum amboðum og ymsari útgerð, har fólk kunnu stytta sær stundir við ymsum handaligum ítrivi.
Hotellið hevur fingið eina gávu upp á 50.000 krónur frá einum fólki, og tær skulu nú brúkast til hetta endamálið.
Ein atfinning hevur verið, at hotellið ikki hevur ein buss, men tað hevur hotellið ikki havt ráð til enn.
? Vit kundu sjálvsagt havt keypt ein buss við teirri játtan vit hava, men fyribils vilja vit heldur brúka peningin til onnur endamál, sum vit halda eru meiri átrokandi, sigur Ina Frisdahl.
Eitt nú er betri matur og sjónvarp á kømrini raðsfestur hægri enn bussurin í løtuni.
Annars sigur hon, at peningur savnaður til ein buss til hotellið, men nær hann kemur, veit hon ikki. Fyribils hava tey fingið 150.000 krónur frá Føroya Sparikassa og einar 80.000 frá Verkamannafylkingini, sum varð tikin av og tann peningurin er settur á konto til bussin til bussin.
?Sostatt er onki meiri ósatt enn at vit onki gera við trupulleikan. Vit eru fullgreið yvir trupulleikan og eru hørm um støðuna. Men trupulleikin er, at tað er sjálvur bygningurin, sum er í ringum standi, og skal hann gerast í góðan stand, er krevur tað milliónaupphæddir, men Róm varð ikki bygdur eftir einum degi, sigur Ina Frisdahl.