Sjúklingar tiknir til gísla í verkfallinum

Ósemjan um løn hevur ført við sær, at nú er eisini allur sjúkraflutningur lagdur lamin í verkfallinum hjá Skipara- og Navigatørfelagnum

Sjúkraflutningur

Nú hevur verkfallið hjá Skipara- og Navigatørfelagnum eisini rakt sjúkraflutningin.
Tá ið verkfallið varð lýst hósdagin, varð samstundis boðað frá, at sjúkraflutningurin um Vestmannasund og um Skopunarfjørð, vórðu undantiknir.
Seinni var hetta víðka, so at sjúkraflutning við llum strandfaraskipunum var undantikin og sostatt hava skiparar- og stýrimenn verið umborð á skipunum alla tíðina, til reiðar at sigla sjúklingar og læknar.
Men Ósemja ímillum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið um løninahjá manningini, hevur ført við sær, at Skipara- og navigatørfelagið hevur biðið skiparar og stýrimenn fara til húsar.
Skipara- og Navigatørfelagið krevur, at skiparar og stýrimenn skulu fáa vanliga løn fyri at vera til taks at sigla ið sjúklingum.
Harafturat skulu teir fáa vanligt gjald fyri tilkalling fyri tíðina, sum er uttanfyri vanligu ferðaætlanina hjá skipunum, og tað gjaldið er 17 krónur um tíman vanligar dagar og 34 krónur sunnu- og halgidagar.
Hinvegin vil Fíggjarmálastýrið bara betala teimum gjaldið fyri tilkallingina.
Tað endaði við, at Skipara- og Navigatørfelagið bað Fíggjarmálastýrið vátta, at menninir skuldu fáa vanliga løn fyri at vera til reiðar at sigla við sjúklingum.
Og tá ið hendan váttanin ikki var komin á miðdegi mikudagin, fóru allir skiparar og stýrimenn av skipunum og sostatt helt eisini allur sjúkraflutningur uppat.
Skipara- og Navigatørfelagið geva hvørjum øðrum skyldina fyri hetta. ( sí aðrar greinar í blaðnum)