Sjúklingar skulu avgera politiska raðfesting
Kannningar hava víst, at starvsfólk ikki duga at meta um kvalitetin í viðgerðini, Tað er bara sjúklingurin, sum kennir alla tilgongdina, og tað er bara sjúklingurin, sum veit hvussu hann veruliga hevur tað eftir, at viðgerðin er liðug. Tí hava sjúklinganøgdsemiskanningar stóran týdning.
Tað er Sjúklingafelagið, sum hevur heitt á landsstýrismannin at fáa føroysku kanningina gjørda, tí sjúkraviðgerð snýr seg um sjúklingar, og sjúklingarnir eiga at vera í miðdeplinum.
Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingafelagnum, segði á tíðindafundinum, at hann er sera fegin, um at tað endiliga hevur eydnast at gera eina føroyska nøgdsemiskanning.
Danski stovnurin, Enheden for Brugerundersøgelser, hevur gjørt nøgdsemis kanningar í Danmark síðani 2000. Og danski samskiparin, Karen Stage Fritsen, staðfesti á tíðindafundi í gjár, at donsku kanningarnar vísa, at samanhangur ikki altíð er millum tað sum sjúklingar upplivað og tað sum starvsfólk í heilsuverkinum halda.
Kapping millum økir
Nøgdsemiskanningin vísti, at Klaksvíkar Sjúkrahús kláraði seg best. Statistisk samanteljing vísti, at svarini hjá sjúklingum frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi á seks økjum lógu omanfyri landsmiðaltali, og bara á einum øki lógu tey undir. Suðuroyðar Sjúkrahús var betri enn miðal á tveimum økjum og niðanfyri miðal á einum øki, maðn Landssjúkrahúsið ongnatíð lá omanfyri miðal, men á 12 økjum lá niðanfyri landsmiðaltali.
Danski samskiparin segði, at sama rák er at síggja í Danmark, har sjúklingar eru betri nøgdir við tey smærri sjúkrahúsini enn tey størru. Men hetta hevur tó ikki broytt politisku raðfestingina í Danmark, har rákið tey seinastu árini hevur verið ímóti størri samlaðum sjúkrahús eindum.
Viðmerkingarnar frá leiðarunum á teim trimum sjúkrahúsunum á tíðindafundinum vístu, hvussu skjótt tað lokala stríðið gerst tað mest áhugaverda kjakevni. Umsjónarmenninir í Klaksvík og Suðuroy kundu gleðast um, at teirra sjúkrahús kláraðu seg betri enn Landssjúkrahúsið, meðan læknastjórin á Landssjúkrahúsinum vísti á, at sjúkrahúsinini ikku kundu samanberast, tí arbeiðsuppgávurnar vóru so ymiskar.
Hetta helt Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsið ikki vera viðkomandi, tí kanningin tók atlit til ymisku viðgerðarøkini og eisini spurdi um evni, sum eru felags fyri øll sjúkrahúsini. Umsjónarmaðurin á Suðuroyar Sjúkrahúsi staðfesti við einum smíli, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum var vælkomin suður at læra, hvussu mann fekk nøgdar sjúklingar.
Kanning sum raðfestingaramboð
Danski samskiparin undirstrikaði, at kanningin í sær sjálvum broytir einki, og tað ringasta, sum kann henda, er at mann bara er nøgdur við at klára seg hampuliga væl og leggur kanningina í onkra skuffu.
Í Danmark hava nøgdsemiskanningar verið brúktar til at uppraðfesta tey øki, sum sjúklingarnir vóru mest ónøgdir við. Henda ávirkan er at síggja bæði í landspolitisku raðfestingini og lokalt í einstøku økinum og sjúkrahúsunum.
Donsku kanningarnar vísa eisini eitt alsamt størri nøgdsemi frá tí, at kanningarnar byrjaðu í 2000 fram til seinastu kanning, sum var gjørd í 2006.
Aðalstjórin í Almanna- og Heilsumálaráðnum, Poul Gert Hansen segði, at hóast ráðið valdi at almannakunngera kanningina, so vildu tey ikki luttaka í almenna kjakinum. Tí tað var upp til komandi landsstýrið, hvørjar politiskar avleiðingar kanningin skuldi hava.
Jákup N. Olsen segði seg vóna, at kanningin verður tikin í álvara og brúkt sum stýrisamboð til dygdarmenning av føroysku heilsuveitingum. Ætlanin er at kanningin skal vera afturvendandi annað hvørt