Sjúklingar lata væl at sjúkrahúsunum

Í dag var nýggja sjúklinga-nøgdsemiskanningin løgd fram. Úrslitið er, at 95 % av sjúklingunum hava eina góða ella sera góða heildarfatan av at liggja á føroysku sjúkrahúsunum.

Sostatt halda fleiri enn níggju út av tíggju sjúklingum, at teirra viðgerðargongd var væl fyriskipað.

Síðani kanningina í 2007 er hend stór framgongd tí tá vóru 89 prosent sum heild nøgd við innleggingina.

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður, sigur, at endamálið við kanningini er, at vit alla tíðina skulu duga betri at veita føroyingum heilsutænastur og síðani seinastu kanning hava starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsini miðvíst arbeitt við teimum økjum, ið vóru fyri atfinningum seinast.

- Tí fegnist eg um, at vit í dag fáa kunnu síggja framgongd á flest øllum økjum og starvsfólkini á sjúkrahúsunum eiga rós uppiborið.

Men hetta má ikki blíva ein koddi, men heldur ein lopfjøl til at veita sjúklinginum enn betur tænastur, sigur landsstýrismaðurin.

Annars er Klaksvíkar Sjúkrahús tað, sum hevur best úrslit og Landssjúkrahúsið hevur vánaligasta úrslitið. Men munurin er lítil: 98,1% av sjúklingunum eru nøgd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, 96% eru nøgd við Suðuroyar Sjúkrahús og 94,6% eru við Landssjúkrahúsið.

Úrslitið vísir, at sjúklingarnir í Føroyum er betri nøgdir við okkara sjúkrahús, enn danskir sjúklingar eru við tey donsku sjúkrahúsini.