Sjúklingar fáa serligar jólagávur í ár

Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur nú gjørt av at lata fýra stórar jólagávur í ár Felags fyri tær allar er, at tær hava til endamáls at gera jólini heimlig og hugnalig hjá teimum, ið noyðast at vera innløgd á jólum vegna sjúku ella viðgerð, siga tey í Betri.

 

Og tað er í hesum sambandi, at tey trý sjúkrahúsini í Føroyum, og sjúklingahotellið, Tórshavn, í Keypmannahavn fáa jólagávur frá stuðulsgrunninum hjá Betri.


Barnadeildin á Landssjúkrahúsinum fær 40.000, Klaksvíkar Sjúkrahús fær 15.000 krónur til at bøta um umstøður hjá børnum, ið eru innløgd har og Suðuroyar Sjúkrahús fær somuleiðis 15.000 krónur til sama endamál. Harumframt fær sjúklingahotellið tórshavn, í Keypmannahavn, 20.000 krónur til at hugna um teir sjúklingar, sum mugu halda jól har.

 

– Gávan gevur vónandi eitt íkast til, at jólini á sjúkrahúsi ella sjúklingahotelli gerast so góð sum gjørligt, siga tey í Betri.