Sjúklingar fáa gávu frá Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Arbeiðarafelag fer nú at keypa sjúklingum á Hotel Tórshavn í Keypmannahavn nýggjar teldur ístaðin fyri tær, sum vórðu stolnar av hotellinum herfyri

Sjúklingarnir á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn fáa nú eina stórfingna gávu frá limunum í Føroya Arbeiðarafelag.
Á aðalfundinum hjá felagnum um vikuskiftið skeyt Fríðhild Winther úr Skopun upp, at limirnir í Føroya Arbeiðarafelag skuldu stuðla teimum, sum búgva á sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn við nýggjum teldum.
Tey hava havt fleiri teldur á hotellinum, men herfyri vórðu fimm av teimum stolnar av hotellinum og nú hava tey bara eina eftir, fortaldi skopunarkonan fundafólkinum í Føroya Arbeiðarafelag.
- Teldur hava ómetaliga stóran týdning fyri tey, sum koma soleiðis fyri, at tey hava tørv á at verða á hotellinum, segði hon.
Serliga er teldan hent amboð hjá teimum tá ið tey skulu hava samband við Føroyar, tí har kunnu tey lesa tíðindi úr Føroyum, lurta eftir Kringvarpinum, Rás2 og Lindini og hyggja at Degi og viku og øðrum sjónvarpssendingum, umframt at tey kunnu senda t-brøv og tosa ókeypis í telefon.
Fundarfólkið tók fult undir við uppskotinum og fleiri førdu fram, at hetta var eitt sera væl valt endamál at stuðla og Hotel Tórshavn er eitt pláss, sum øll kunnu fáa brúk fyri.
Tað endaði við, at tey ymsu lokalfeløgini í Føroya Arbeiðarafelag betala hvør sín part og so betalir meginfelagið tað, sum restar í.
Les eisini greinina: 70 sjúklingar um eina teldu