Sjúklingabuss til psykiatrisku deild

Tey á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum siga, at tað leingi hevur verið saknur á einum minibussi til sjúklingar. Tí skipar Áhugabólkurin fyri sjúklingabussi til psykiatrisku deild fyri einum almennum tiltaki leygardagin 6. apríl

Tiltak: Grundin til, at psykiatriska deild ynskir sær ein sjúklingabuss er fyri, at sjúklingarnir undir innlegging kunnu varðveita síni rættindi og sínar møguleikar at brúka almenn tilboð í samfelagnum. Hetta verið seg framsýningar, Norðurlandahúsið og gera túrar út á bygd ella bara fara út í náttúruna at hugna sær.
Áhugabólkurin fyri sjúklingabussinum sigur, at fleiri aðrir búfólkastovnar hava leingi havt flutningaakfør av hesum slagi, og tí er ein áhugabólkur av starvsfólki farin undir at savna inn pening til ein minibuss.
? Enn restar nógv í, og í tí sambandi hava vit heitt á kent listarfólk og annars bæði kommunu- og landspolitikkarar um at lata listarverk til eina almenna uppboðssølu til frama fyri sjúklingabussin, sigur áhugabólkurin.
Henda uppboðssølan verður í veitsluhøll Landssjúkrahúsins leygardagin 6. apríl. Beint áðrenn verður pallborðsfundur um nýggju psykiatriætlanina, hann byrjar klokkan 14, og væntað verður, at uppboðssølan kann byrja umleið klokkan 17. Men longu áðrenn pallborðsfundurin byrjar verður møguleiki at síggja listarverkini.