Óli Mikkelsen, lækni
-----
Samgonguskjalið sigur undir Heilsumál: “Sjúkrahúsini skulu útbyggjast sambært langtíðarløguætlanini, og støða verður tikin til, hvørjar funktiónir skulu verða á hvørjum sjúkrahúsi.”
Viðgerðin av giktalæknanum hevur týðiliga víst, at sergreinar/serdeildir skulu flytast av Landssjúkrahúsinum til Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús, umframt at aðrar játtanir eru loraðar handanvegin – ryggambulatorium til Klaksvíkar, narkosulækni til Suðuroyar, umframt annað. – Landssjúkrahúsið skal pínast niður – býtast á skinninum.
Ført verður fram, at okkara sjúkhúsverk skal vera á sama støði, sum í grannalondunum; men har verða serdeildirnar afturímóti savnaðar á færri og størri sjúkhúsum – fyri at fáa BETRI og BÍLIGARI sjúkhústænastu.
Framkomin dýr kanningar- og viðgerðartól – meira og minni teldustýrd – kunnu ikki vera á hvørjum tanga, og serdeildir skulu hava møguleika at samarbeiða við stuttum skotbrá.
Halda vit løgdu kós, missir Landssjúkrahúsið rættin sum útbúgvingarstað til læknar. Hetta førir við sær, at tað verður uppaftur torførari at fáa hóskandi læknar til Føroya.
Í samgonguskjalinum stendur undir Fíggjar- og Búskaparpolitikkur: “Almenna húsarhaldið verður innrættað, so mest møguligt fæst fyri hvørja krónu. Smærri almennir stovnar verða lagdir saman í effektivari eindir.
Fólkatalið í Føroyum er minni enn 50.000, og harvið er ikki støði til trý útbygd sjúkhús. Halda vit løgdu kós, fáa vit trý sjúkhús, sum eingin dugur er í eftir nútíðarkrøvum, og tey verða alt ov dýr at reka. Brúka vit roknihættin hjá dønum, spara vit umleið 50 mill. kr. um árið í raksturi, um vit savna kreftirnar á einum stað.
Kontan til viðgerð av sjúklingum uttanlands er væl omanfyri 100 mill. kr. árliga, og er fimm ferðir størri enn fyri fáum árum síðani. Her eigur at verða eftirkannað, hví vøksturin er so ógvusligur – er tað tí, at vit hava skeivan sjúkhúspolitikk!
Talið av læknakonsulentum uttanífra er vaksið til eitt ótal. Latið okkum fáa hetta kannað nærri, tí fyri okkara búskap er hetta alt ov dýrt. Um vit ístaðin høvdu læknar búgvandi í Føroyum, fekk Landskassin ca. 50% innaftur í beinleiðis skatti og ca. 25% í óbeinleiðis skatti. Her kundu vit fingið fýra ferðir so nógv fyri somu pengar, um læknarnir búðu í Føroyum.
Eg vil meta, at sjúkhúsverkið fyri landskassan kostar minst 100 mill. kr. ov nógv at reka um árið.
Vit skulu vita og ikki gita, siga ávísir politikarar.
Komið við eini gjøllari kanning av sjúkhúsverkinum, so vit fáa veruligu støðuna fram.










