Fimleikur
Kvinnurnar hjá Støkk hava hetta seinasta árið vant miðvíst fram móti HM-kappingini í estetiskum fimleiki. Venjingin hevur verið bæði fimleikaliga og sálarliga, soleiðis at tær vóru best møguligt til reiðar at fara á gólvið í Salou, sum liggur beint sunnan fyri Barcelona.
Ein óvæntaður trupulleiki tók seg tó upp náttina fyri kappingina. Tá legðist ein av fimleikarunum sjúk, og so var ivasamt, hvørt liðið yvir høvur kundi fara í høllina at kappast. Lækni varð alt fyri eitt boðsendur, og við heilivági eydnaðist at fáa sjúklingin somikið á beinini, at hon kundi fara til framførsluna.
Frá ferðalagnum verður annars sagt, at tær eru væl nøgdar um avrikið. Hóast órógvina, so megnaðu tær at betra um plaseringina, sum tær vunnu sær í fjør.
Kvinnuliðið hjá Støkk kemur aftur til Føroya leygardagin og taka tær eisini lut í Eystanstevnuframsýniningi, sum verður sunnudagin kl. 15 í ítróttarhøllini í Runavík.











