Sjúka ger um seg í hópinum: Brandur er ikki við í dag

Føroyski hópurin er skerdur til dystin ímóti Slovakia klokkan 14.00

Tá ið Føroyar fara á vøllin klokkan 14.00 í royndini at vinna sær  fyrsta undankappingarsigurin í søguni, verður tað uttan Brand Halgirsson.

Brandur Halgirsson er vorðin sjúkur, og hevur ligið í songini allan dagin. Hetta bøtti ikki nóg mikið um, og við fráferð var ikki hugsingur um, at verjuserfrøðingurin úr Ajax fór at spæla dystin ímóti Slovakia í dag.

Liðið fer í holtur við upphitingina um eina løtu, og tá verður eisini spennandi at síggja í hvønn mun snuddirnir hjá Jónasi G. Djurhuus og Róa Berg Hansen fara at ávirka dystin.

Hvussu gongur og ikki verður at hoyra beinleiðis á FM1, sum byrjar at senda úr Luksemborg klokkan 13.45