Hóast nógv skal til, so kann sjúka elvd av vánaligur sálarligum arbeiðsumhvørvi verða viðurkend sum vinnusjúka við rætti til endurgjald. Síðani nýggja lógin kom, sum gav hesi rættindi, hava verið um 10 mál av hesum slagi og hevur ein persónur fingið endurgjald. Formaðurin í Vanlukkutryggingarráðnum heldur, at meira ljós má varpast á hendan møguleikan
Soleiðis skrivar tarvsmannafelagið á síni heimasíðu.
Strongd er um at gerast heimins størsta fólkasjúka. Alt fleiri fleiri fólk knógva ikki undir arbeiðsbyrðuni, og seinastu árini er alt størri fokus sett á trivaðin og sálarliga arbeiðsumhvørvið á okkara arbeiðsplássum.
Ein spurningurin í hesum sambandi er í hvønn mun starvsfólk hava rætt til endurgjald, tá ið tey gerast sjúk og tað kann ávísast at vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi er atvoldin.
Í mong ár hevur borið til at fingið endurgjald fyri varandi, kropsligan arbeiðsskaða, men ikki fyrr enn frá 2010 hevur borið til at fingið endurgjald fyri varandi arbeiðsskaða, har orsøkin er vánaligt sálarligt arbeiðsumhvørvi – ein sonevnd vinnusjúka.
Tað skulu tó rættiliga ítøkilig prógv førast fyri, at arbeiðsskaðin er íkomin orsakað av vánaligum sálarligum arbeiðsumhvørvi. Eitt nú er tunglyndi í sjálvum sær ikki nóg mikið til at fáa viðurkent hetta sum varandi arbeiðsskaða ella vinnusjúku. Tað skal meira til enn tað. Eitt nú skulu orsøkirnar vera høg sálarlig krøv, lítil ella eingin stuðul á arbeiðplássinum, trong evstamørk og høgt arbeiðstrýst. Talan kann eisini vera um ógvuliga stórt sálarligt trýst frá sera krevjandi brúkarum og hartil vantandi stuðul frá leiðsluni á einum arbeiðsplássi.
Í Føroyum er tað Føroya Vanlukkutryggingarráð, sum viðger mál av slíkum slagi. Áðrenn eitt mál kann verða viðgjørt har, skal ein læknafaklig meting gerast, sum Pál Weihe, serlækni innan arbeiðsmedisin og samfelagsmedisin, vanliga tekur sær av at gera.
- Vanliga er tað soleiðis, at ein sjúklingur kemur til mín, sum er ávístur av einum kommunulækna. Eg taki mær síðani av neyvt at skriva niður frásøgnina, sum sjúklingurin kemur við. Tað er ikki mín uppgáva at fara út at kanna viðurskiftini á arbeiðsplássinum, men um eg meti tilburðin so mikið álvarsligan, boði eg Arbeiðseftirlitinum frá, sum tekur sær av at gera víðari kanningar í málinum mótvegis arbeiðsplássinum. Eg taki mær síðani víðari av at gera eina serlæknameting av sjúklinginum. Um eg meti málið nóg álvarsligt, sendi eg tað víðari til Føroya Vanlukkutryggingarráð at viðgera. Hetta við atliti til at fáa møguligt endurgjald fyri tað, sum viðkomandi hevur verið fyri á arbeiðsplássinum, sigur Pál Weihe.
Hetta upplýsir Starvsmannafelagið millum annað í longri grein á síni heimasíðu; starvsmannafelag.fo.