Ísland og Stórabretland skrivaðu hósdagin undir avtalu, sum millum annað fevnir um at leggja heimsins longsta sjókaðal.
Talan er um ein 1.500 kilometrar langan sjókaðal, sum skal leggjast úr Íslandi umvegis Hetland, sum skal føra íslendskan streym til bretska elnetið. Tað skrivar danska blaðið Ingenøren.
Tað eru ein avtala millum íslendska ídnaðarmálaráðharran, Oddný G. Harðardóttir og enska ídnaðarmálaráðharran, Charles Hendry, sum skal føra til, at bretar fáa streym úr íslendsku orkukeldunum. Sambært Morgunblaðnum skal íslendsk geoorka úr vulkansku undirgrundini framleiða streym til bretska elnetið.
Granskarar eru fyri stuttum komnir til, at við at bora tveir kilometrar niður í íslendsku undirgrunina verður komið niðru til magma, sum framleiðir turran damp við temperaturi upp á yvri 400 stig celsius tríggjar ferðir so heitt, sum vanligir geotermiskir brunnar.
Avtalan skal tryggja bretum tryggar elprísir í mong ár, men hvønn prís Charles Hendry hevur samráðst seg til, er enn ikki komið fram. Vónin er, at sjókaðalin verður tikin í brúk fyri 2020.
Charles Hendry hevur fyrr sagt, at kaðalin er »heilt avgerandi fyri orkutryggleikan og fyri grøna orku«, tí so hvørt sum oljan Norðsjónum verður uppi, kunnu bretar vænta sær øktan innflutning av olju og gassi.
Frammanundan hevur er Stórabretland kaðalar til Holland, Írland og Frankaríki. Harumframt eru kaðalar til Noregs og Danmarkar annaðhvørt í gerð ella á tekniborðinum.