Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, skal nú svara einum fyrispurningi frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin, viðvíkjandi sjúkraundirvísing til børn og tillutanina av tímum frá Sernám til børn, ið eru sjúk ella bera brek.
Í tíðindaskrivi frá Sambandsflokkinum í samband við fyrispurningin verður tingmaðurin endurgivin fyri at siga, at óskipað viðurskiftir valda á økinum
- Foreldur fráboða skúlanum, at barnið hevur tørv á sjúkraundirvísing. Játtanin frá Mentamálaráðnum kemur uml. 5. mánaðar seinni. Tá er barnið farið aftur í skúla og hevur ikki tørv á sjúkraundirvísing, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivinum.
Harumframt vil flokkurin vera við, at tímar, ið eftir ætlan skula hjálpa næmingum, verða brúktir til onnur endamál.
- Tað er tíanverri eitt óheppið, afturvendandi mynstur, at skúlastjórar brúka stuðlar hjá sjúkum børnum til onnur endamál, t.d. at hjálpa til við øðrum strævnum næmingum í einum flokki, ella um lærarin í flokkinum er sjúkur og skúlin manglar ein vikar, skrivar Sambandsflokkurin í tíðindaskrivi.
Miðlahúsið hevur seinastu vikurnar varpa ljós á millum annað Sernám í samband við kampanjuna ”Tá skipanin svíkur”, og hvussu skúlastjórar meta, at teir ikki fáa nokk tímar til sernámsfrøðiliga undirvísing.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur sett landsstýriskvinnuni fylgjandi spurningar:
1. Hvussu verður økið, sum eitur sjúkraundirvísing umsitið og praktiserað?
2. Verður økið umsitið í tráð við lógina um sjúkraundirvísing?
3. Hvussu verða tímarnir til sjúkraundirvísing útlutaðir, og eftir hvørjum leisti verður hetta gjørt?
4. Eru tímarnir, sum Sernám tillutar børnum við sjúku/breki oyramerktir til hesi børn, ella kann t.d. ein skúlastjóri brúka hesar tímar eftir vild, til t.d., tá ið skúlin onkusvegna manglar ein lærara, so verður stuðulin/lærarin hjá børnum við sjúku/breki tikin og brúktur til annað endamál enn tað lærarin/stuðulin er settur til, nevniliga at vera stuðul hjá næminginum við sjúku/breki?