Havnarmenn vunnu sín dyst tepurt, 2½-1½ á vestmenningum. John Rødgaard gjørdi ikki mætari enn at vinna við svarta fólkinum á Helga D. Ziska, men sigrar á 3. og 4. borði ognaði havnarmonnum sigurin.
Í Klaksvík leiktu 1. og 2. lið móti hvørjum, har Klaksvík 1 vann 3-1. Klaksvík 1 hevur ikki havt higartil eina góða kapping. Steintór Rasmussen á Klaksvík 2 forðaði 1. liði fulla úrtøku, tá ið hann vann á Ólavi Simonsen á 1. borði.
7. umfar verður miðskeiðis í februar.
Úrslit í 6. umfari:
Sandavágur 2 - Sandavágur: 0-4
Vestmanna - Havnin: 1,5-2,5
Klaksvík - Klaksvík 2: 3-1
Støðan
Sandavágur 19,0
Havnin 16,5
Klaksvík 15,0
Vestmanna 11,0
Klaksvík2 7,5
Sandavágur2 4,0