Sjógvarnir bróta framvegis

Eingin loysn er funnin á ósemjuni millum býráðspolitikararnar Elina Lindenskov og Torfinn Smith. Formaðurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Bjarki Mohr, vónar og væntar, at bæði nøvnini verða at síggja á listanum hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í november

Hósdagin verður 2. uppstillingarfundur hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag til býráðsvalið á skránni. Seinasta valskeið hevur verið rættiliga margháttlig og buldraligt hjá Javnaðarflokkinum, tí flokkurin hevur bæði havt umboðan í meirilutanunum og í minnilutanum í Tórshavnar býráð.
Tórfinn Smith gjørdi tíðliga í valskeiðnum av at royna seg saman meirilutanum í Tórshavnar býráð, meðan hitt umboðið hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð, Elin Lindenskov, framvegis var partur av minnilutanum.
Elin Lindenskov gjørdist rættiliga ørg inn á avgerðina hjá partamanninum, og sló fast, at hon á komandi býráðsvali ikki ætlaði sær at stilla upp á sama lista sum Tórfinn Smith. Nú stendur býráðsval aftur fyri durum, og brotasjógvarnir millum Elina og Tórfinn hava framvegis ikki lagt seg.

Heldur fast
Á seinasta býráðsvali í 2001 fekk Elin Lindenskov 392 persónligar atkvøður. Størsti atkvøðuslúkarin hjá Javnaðarflokkinum á seinasti býráðsvali hevur framvegis somu støðu í málinum, og hon ætlar sær ikki á sama lista sum Tórfinn Smith.
-Í prinsippinum havi eg somu støðu. Eg havi kortini fingið fleiri áheitanir um at sleppa hasi støðuni, men eg vóni framvegis, at hann ikki stillar upp, sigur Elin Lindenskov.
Tá Javnaðarflokkurin í Tórshavnar býráð fór í tvíningar í mai mánaði 2002, gjørdi Suðurstreymoyar Javnaðarfelag greitt, at flokkurin stuðlaði Elini og var framvegis í minniluta í býráðnum, hóast annar býráðslimurin var farin til meirilutan.
Elin Lindenskov sigur seg ikki kenna støðuna hjá nýggju nevndini í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag í málinum.
-Nýggja nevndin hevur ikki meldað greitt út, hvat hon heldur, vísir Elin Lindenskov á.

Limirnir gera av
Formaðurin í umhvørvis- og heilsunevndini seinastu tvey árini, Tórfinn Smith, sigur seg vera sinnaðan at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, um limirnir í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag ynskja tað. Býráðslimurin hjá Javnaðarflokkinum í meirilutanum tekur ikki útsøgnina hjá Elini Lindenskov um, at hon ikki ynskir at vera á sama lista sum hann, so nær.
-Ja eg havi hoyrt útsøgnina. Mær vitandi eru tað limirnir í felagnum, sum gera av, hvør stillar upp fyri flokkin. Eg havi ongantíð hoyrt um nakað valevni sum setur treytir fyri, hvørji onnur valevni skulu vera á listanum og ikki, sigur Tórfinn Smith.
Spurdur, um hansara avgerð ikki hevur verið við til at skaða umdømið hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býrað, svarar hann, at tað er ringt at siga.
-Sjálvandi er hetta ein óheppin støða, men eg eri framvegis sannførdur um, at eg tók røttu avgerðina, vísir formaðurin í umhvørvis- og heilsunevndini á.
Á seinasta býráðsvali fekk Tórfinn Smith 244 persónligar atkvøður og endaði á øðrum plássi á javnaðarlistanum í Havn. Grundgevingin hjá honum at fara upp í meirilutan var, at hann fekk størri ávirkan í samgonguni.

Væntar tú, at tínir veljarar kenna seg sviknar eftir, at tú í sjálvdrátti fór upp í meirilutan?
-Tað er ómetaliga ringt at siga, tí eg kenni ikki mínar persónligu veljararar. Eg rokni við, at tey sum hava valt meg havi ynskt, at eg kundi gera meg galdandi í býráðsarbeiðinum. Sum veljari hevði eg kent meg sviknan um mítt umboð í býráðnum ikki hevði tikið av møguleikanum at fáa ávirkan í býráðsarbeiðinum, sigur Tórfinn Smith.

Ynskja bæði
Bjarki Mohr er formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, og hann bæði vónar og væntar, at Tórfinn Smith og Elin Lindenskov verða millum nøvnini á Javnaðarlistanum til býráðsvalið í november.
-Eg vóni, at vit kunnu leggja ósemjuna millum Elina og Tórfinn aftur um okkum. Uppgávan hjá felagnum er at tryggja, at vit í komandi valskeiði standa saman sum ein maður, sigur Bjarki Mohr
Spurdur um støðan hjá Elini Lindenskov fer at elva til ófrið í felagnum undan 2. og 3. uppstillingarfundi, svarar formaðurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, at hann er keddur av støðuni hjá Elini, og útihýsir hon møguleikan at standa á sama lista sum Tórfinn, so tað hennara persónliga val, og als ikki støðan hjá felagnum.

Væntar tú, at ósemjan millum býráðspolitikarnar hjá Javnaðarflokkinum fer at skaða flokkin á komandi vali?
-Tað er ringt at siga. Tað er púra vist, at eingin vinnari er í hesum málinum. Vit mugu bert bíða til valið er av, og ikki fyrr enn tá síggja vit um tað hevur skatt flokkin, sigur Bjarki Mohr.

Mynd: Kollasja
Tað er framvegis ógreitt um Tórfinn Smith og Elin Lindenskov fara at stilla upp á sama lista til býráðsvalið í november. Formaðurin í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, Bjarki Mohr, vónar at síggja bæði nøvnini á listanum
Mynd: Savnsmyndir