Sjógætisvinna fær nógvan stuðul

Norski staturin stuðlar sjógætisvinnuni við einari miljard norskum krónum.

Norski staturin stuðlar sjógætisvinnuni við einari miljard norskum krónum. Tað er norska fiskivinnublaðið - Fiskaren - ið herfyri bar hesi tíðindi, sum stórreiðaríið Varðin í Gøtu hevur umsett og endurgivið burturúr.

 

- Í tíðarskeiðnum januar til mai 2016 stuðlaði norski staturin sjógætisvinnuni við einari miljard norskum krónum, svarandi til 842 miljónir danskar krónur. Hetta verður fíggjað gjøgnum tað, sum fyrr kallaðist Statens Nærings- og Distriktsudviklingsfond, og sum í dag eitur Innovasjon Norge (nakað sum Framtaksgrunnurin).

 

Í greinini verður víst á, at endamálið hjá Innovasjon Norge er at stuðla nýskapan í vinnulívinum, at menna útjarðaran og at menna kappingarfør norsk feløg í heila tikið. Innovasjon Norge leggur dent á norskt vinnulív og Noreg sum ferðamannaland.

 

Í útgávuni av Fiskaren er eisini ein greining av, hvussu nógv Innovasjon Norge hevur latið fiski- og alivinnuni í 2015 samanborðið við higartil í ár.

 

Í 2015 læt Innovasjon Norge 1,5 miljardir norskar krónur í stuðli til sjógætisvinnuna, har tað mesta av peninginum fór til lutvísa fígging av endurnýggjan av flotanum og til kvotur.

 

- Tølini fyri tíðarskeiðið januar til mai 2016 vísa, at yvir ein miljón norskar kónur er útgoldin til feløg innan fiskiskap, fiskiídnað og aling, skrivar Fiskaren m.a. í greinini, sum reiðaríið Varðin endurgevur á síni heimasíðu.