Tað er nógv hent við svartfuglinum, síðan Jens-Kjeld Jensen á fyrsta sinni kom til Føroya í 1970 og keypti hús í Nólsoy í 1975. Í 1972 var hann fyrstu ferð í Mykinesi, og her var hann ógvuliga hugtikin av tí nógva lundanum, sum tá var at síggja.
Her vóru tveir velduga stórir lundaringar at síggja. Tað er nevniliga soleiðis, at lundi flýgur í ring – og melur í ringinum eftir, hvussu ættin er. Sjálvur helt Jens-Kjeld Jensen, at talan var um rættiliga nógvan fugl.
- Men, tá segði ein maður, sum var við mær á túrinum og sum mundi vera um sjeyti ára aldur, at nógv meira var til av lunda fyrr í tíðini. Ja, tá skuldi tú bara sæð, tók maðurin til, sigur Jens-Kjeld Jensen.
Í fleiri ár hevur lítið verið til av lunda, og so gott sum einki hevur verður fleygað.
Eftir fuglaveiðilógini er framvegis loyvt at fleyga lunda. Vanliga byrjaði fleygatíðin eftir lunda syftunsøkudag, sum er 2. juli. Síðan plagdu menn at fleyga allan julimánaða og umleið eina viku ella so út í august – alt eftir, hvussu veðrið lagaði seg.
Í fleiri ár hava grannastevnur kring um í oyggjunum, har lundalond eru, gjørt av at friða lundan á urðini ella í bakkanum ávís áramál, og har full semja ikki hevur verið um friðing, hevur eingin lundaveiða verið kortini.
##med2##
Menn hava snøgt sagt ikki viljað farið í urðina ella í bakkan eftir tí syndri av fugli, sum hevur verið at sæð.
Tað er ilt at siga, hvussu nógv lundin er minkaður í nýggjari tíð, men talan er um stóra minking.
Onkur ár hevur sæð heldur frægari út, men tað skulu helst fleiri góð ár til, áðrenn lundin, sum ikki verpur fyrr enn hann er eini 4-5 ára gamal - og bara verpur eitt egg - tekur at mennast aftur.
Tað hevur í fleiri ár verið ein keðilig gongd við svartfugli, eitt nú lunda, lomviga og álku. Men, afturgongd hevur eisini verið í náta, líra, másafugli og æðu. Hinvegin er líkt til, at teisti - í hvussu er á ávísum plássum í Føroyum - hevur tað á einari leið.
Men, hvør er so orsøkin til hesa afturgongd, sum hevur verið í so mong ár, og hví kemur fuglurin ikki fyri seg aftur? Nógvar gitingar kunnu vera um hetta, men tað er neyvan nakar, sum við vissu veit, hvør endaligi samanhangurin er.
Er tað nebbasildin í røttu fuglastøddini sum svíkur, er tað veðurlagið - ella fuglaveiðan?
Gongdin í fiskastovnunum hevur verið aftur og fram, soleiðis sum tað altíð hevur verið, meðan gongdin í sjófuglastovninum at síggja til hevur í nógv ár bert verið ein veg, og tað er niður á bakka.