Sjófuglurin hvørvur

Svenskir náttúrugranskarar staðfesta, at nógvir havfuglastovnar í Eystursjónum eru í stórari minking.

Talan er bæði um æðu-og dunnufuglar.

Seinastu 20 árini er talið av hesum sjófuglum minkað við í miðal 60 prosentum.

Granskarar halda ikki, at nøkur ávís frágreiðing er, sum sigur, hvør orsøkin til afturgongdina er.

Felags fyri fleiri av nevndu fuglasløgum er, at teir eitt nú liva av kræklingi og øðrum botndýrum, og broytingar í vistskipanini kunnu hava havt við sær, at føðigrundarlagið er minni.