Sjófuglur í vanda

Umhvørvisverndarfelagsskapir í USA ávara nú um, at 67 sjófuglasløg har eru í vanda fyri at doyggja út orsakað av veðurlagsbroytingunum. Millum fuglasløgini eru albatrossur og lundi.

Felagsskapirnir siga, at fløðandi hav órógvar tann sjófuglin, sum reiðrast á láglendi á oyggjum og fram við sjóvarmálanum. Aðrastaðni, eitt nú á Hawaii-oyggjunum, elvir meiri hiti til nýggjar fuglasjúkur.

Kenneth Rosenberg, fuglafrøðingur, sigur við Reuters, at broytingar í veðurlagnum hava sera stóra ávirkan á fugl yvirhøvur.